Kaggin kanónsigur móti Klubba

Billard

1. deildarliðið hjá Kagganum tók nú um dagarnar føroyameistaraliðið úr Havnar Klubba á bóli og vann rætt og slætt tað ein kann kalla kanónsigur. Kaggin vann ikki minni enn 18-0 á liðnum hjá Havnar Klubba, sum vann FM heitið seinasta kappingarár. Manningin á Kaggaliðnum var Bjarni Skaalum, Jan Müller og Steinbjørn í Dali. Klubbaliðið var mannað við Henrik Pedersen, Niels Nielsen og Carsten Hansen.

Einki vildi hjá Klubbamonnum á borðinum hjá Kagganum. Henrik, sum fyri stuttum vann Haldor Holm Cup, fekk ongantíð spælið at koyra, tó at hann tapti tepurt tveir av dystunum. Bjarni Skaalum var bestur við 24,57 eygum í meðal, meðan Jan Muller gjørdist næstbestur við 22,20 eygum í meðal. Kaggin endaði við tilsamans 21,28 eygum í meðal, meðan Havnar Klubbi hevði 17,30 eygu. Henrik hevði besta umfarið uppá 128 eygu.

Tað er greitt, at við hesum sigrinum hevur Kaggin fingið eina sera góða byrjan, men tað eru tilsamans seks umfør í kappingini, so nógv kann henda.