Kaj 2 ein trolarasøga

Annar partur av bókarøðini um Kaj er komin, og høvundun endar bókina við at boða frá, at triðja bind er væntandi

Edvard Joensen


Annað bind í bólkarøðini hjá Jústinusi Eidesgaard um Kaj Johannesen er komið. Bókin minnir nógv um ta fyrru, sum kom fyri einum ári síðan. Nógv tøl og nógvar myndir. Nakrir avstingarar og kanska minni parturin lýsing av sjálvum høvuðspersóninum.
Triðja bindið er fráboðað, og gongur tað við somu ferð og nágreiniligheit sum higartil, kann væntast, at tey gerast nógv tilsamans. Annað bind, sum er umleið 440 blaðsíður, fevnir um tíðina frá 1939 til 1946, so har er nógv eftir.
Skulu vit vera eitt sindur statistisk, sum høvundanum tykist dáma væl, og spæla okkum við tankanum um eina bók fyri hvørji 10 ár, kunnu vit kanska rokna við einum fýra, fimm bindum afturat. Nú fáa vit at síggja, tí høvundin hevur latið hanga í luftini, at hann umhugsar at skriva ævisøguna hjá J.F. Kjølbro eisini.
Tað er umráðandi hjá Jústin­usi at staðfesta, at her er talan um eina dokumenteraða ævi­søgu. Einki við leysum endum, slatri og yrking. Og dokumenterað er til­far­ið. Kanska í meira lagi við­hvørt. Tað kann tykjast heldur nógv av tí góða at lesa at kalla hvørt einasta telegramm, sum hevur ligið í kjallaranum hjá Kjølbro síðan seinna heimsbardaga.
Ikki tí. Her hevur Jústinus avgjørt funnið ein skatt og kanska eisini bjargað honum frá at verða fyribeindur. Og tað hevði verið ein van­lukka.
Nú er talan um ævisøguna hjá einum trolaraskipara, og tað fáa vit at vita frá fyrstu síðu. Ógvuliga nágreiniliga gjøgnumgongur høvundin tær skipsdagbøkur, hann hevur fingið innlit í, eins og maskindagbøkurnar, ið eru til skjals eisini nágreiniliga verða endurgivnar. Ein rúgva av telegrammum, sum send eru millum skip og reiðarí, eru endurgivin í bókini, eins og okkurt, ið fær lesaran at ivast í, um ta eigur at vera har.
Mitt í eini frásøgn um sam­skifti millum Kjølbro og ein umboðsmann í Fleet­wood um fiskaprís hjá Næra­bergi kemur ein søga um, at Tvøroyrar Bóltfelag, TB, hevur sent telegram til Kjølbro og vil sleppa at leiga Pride, tí teir eftir øll­­um at døma skulu til Klaks­víkar at spæla fótbólt. Kjølbro krevur ov nógv afturfyri, og TB bakkar út. Og so beinleiðis aftur til Næraberg, sum nú er á veg undan Íslandi til Aberdeen við 4.000 kurvum.
Bókin er sum so kanska meira søgan um gomlu trol­­ararnar, enn hon er ein ævisøga hjá ávísum persóni. Vit frætta meira um, hvussu túrarnir gingu, hvar teir vóru, hvussu veðrið var, og hvussu maskinan skikkaði sær, enn vit fáa at vita um lyndi hjá manninum, skriv­að er um. Tað er, eins og høv­undin hevur funnið sær eina  case, sum sagt verður á fakmáli, og so fylgir honum í hesi søguni um, hvussu trolaramenninir livdu hesi árini.
Treyðugt so. Lyndis­eyð­kenni hjá Kaj koma týðuliga fram. Hansara klettasterka guðstrúgv fornoktar seg ikki, tá hann noktar at taka vápn umborð á Næraberg, tí hann hevur tað álit á Várharra, at Hann nokk skal klára at verja teir. Og svarið er greitt, og kanska fyri onkr­an skelkandi. Men ein sannroynd er, at tann 3. apríl 1941 fer Kaj Johannesen í land av Nærabergi, sum skuldi til Bretlands at selja. Nú hann er farin í land í feriu, taka teir, sum skulu við skipinum, vápn umborð at verja seg við. Hesi vápn, sum skiparin annars helt vera óneyðug. Men hann hevði jú einki at siga nú, hann ikki var við. Og eins og í Gamla Testamenti, tá ísrelsmenn gjørdust hástórir og vildu klára seg uttan hjálp úr erva, reiddist Várharra inn á hesar fýrarnar, og Næraberg varð bumbaður í sor og sakk bert fáar tímar eftir, at hann var farin vápnaður úr Føroyum. Men Várharra so líkt, var hann ikki meira fornermaður, enn at hann lat alla manningina koma aftur­íaftur.
Ræddur hevur Kaj ikki ver­ið, og ivaleyst hevur hann kent sítt virði og vitað, at sjálvt ikki Kjølbro gamli tordi at gera honum nakað. Tað vísir søgan um dal­bing­in, sum Kjølbro koyrdi í land av Skálabergi, tí hann var javnaðarmaður og ikki smæddist við at siga sína hugs­an við Kjølbro, sum var fólkafloksmaður. Gamli reiðarin toldi ikki hetta, og sosialisturin varð avkoyrdur. Tá hetta hendi, var Kaj ikki skipari á Skálabergi. Tað gekk honum nær, at ein familjumaður varð av­koyrd­ur av slíkum ávum. Og tá Kaj er komin umborð aftur, er javnaðarmaðurin úr Dali aftur at finna á manningarlistanum, sum Jústinus hevur funnið fram.
Jústinus hevur eisini eftir­kannað hesa søguna á rætta stað og fingið hana váttaða. Um lyndiseyðkenni hjá Kaj skrivar hann soleiðis:
­ Kaj metti ikki ein mann eftir politiskari áskoðan, og tað vísti hann í verki við at taka Sofus umborð aftur.
Væl verður fylgt við Mort­ani Johannesen, pápa Kaj, í bókini, eins og abbin, Hans Pauli, varð nágreiniliga lýst­ur í fyrru bókini. Kanska er Mortan fult so væl lýstur, sum Kaj er, í hesi bókini.
Og so er tað trolarasøgan, sum verður lýst. Í so máta er bókin helst meira ein vinnu­søga enn ein ævisøga.
Høvundin nýtir høvi at siga frá umhvørvinum, før­­­oyskir trolaramenn ferð­­aðust í, tá teir vóru í Bretlandi og seldu fisk undir seinna heimsbardaga. Hann hevur sjálvur verið eitt nú í Fleetwood, har bæði Næraberg og Skálaberg vóru væl kendir.
Ein túr rættiliga tíðliga í tíðini var Kaj á Svalbard og bunkraði við Skálabergi, og við tí túrinum sum grund­arlagi er ein rímiliga rúmlig ferðafrásøgn av Svalbard í bókini. Ikki tað, at tað ikki er áhugavert, men tað tykir, sum hendan ferðin til Svalbard líkasum er gjørd í øðrum høpi og kanska er kærkomin at seta inn her, nú Skálaberg einaferð var framvið.
Og so mitt í tí heila sting­ur kúllurin seg upp í høvundanum, tá hann í skjala­rúgvuni kemur fram á pappír, sum vísa, at Næraberg eisini hevur ført annað enn fisk millum londini. Eitt nú rúsdrekka til fólk av betra slagnum í Klaksvík, sum hann tekur til.
Síggi Jústinus fyri mær har mitt í støvutu skjalarúgvuni. Smálæandi og hoppandi í sætinum. Toyggir seg afturá við samanløgdum hondum strektum móti loftinum. Flennandi við síni hásu rødd. Handan má við.
Og so kunngerð hann við navns nevnilisi, hvussu nógv øl sýslumaðurin og læknin eiga við Nærabergi. Aðrastani verður kunngjørt, hvussu nógv whisky gamli Kjølbro eigur. Og titltikna kommisiónsforrætningin hjá Húshamar verður so flættað inn í hesa søguna.
Her verður dokumenterað, og einki lagt burtur ímillum, hevur Jústinus lovað okk­um.
Men hvussu so við vitj­an­­ini kring havnarlagið í Fleetwood? Har hevur hann funnið útav, hvar fittu konufólkini, sum vóru blíðar við sjómenninar und­ir krígnum, hildu til og í ein­­­støkum førum eisini, hvussu tær itu. Men at siga, at føroyskir trolaramenn eis­­­­ini vitjaðu tær í fo­r­rætn­ingsørindum? Ert tú óður í høvdinum?
Og aftur hómast speiska smílið, vit kenna so væl. He, he.
Í bókini eru nógvar mynd­ir. Bæði gamlar og yngri. Nógvar úr týskum, enskum og íslendskum søvnum. Slíkar, sum hava við trolarasøgu at gera. Og so ein rúgva úr privata savninum hjá Pola Johannesen. Áhugaverdar myndir.
Eins og í fjør er ársins bók um Kaj ógvuliga statistisk. Soleiðis at skilja, at nógv tøl eru í. Landingarvektir og manningarpartar. Seinast í bókini er eitt 60 síðu langt yvirlit yvir inntøkur hjá klaksvíkingum og fólki, ið var í vinnu hjá Kjølbro krígsárini. Kann vera, at onkur heldur tað vera áhuga­vert.
Í mun til í fjør er minni av endurtøkum, men eg fýl­ist tó á, at ov nógvar bein­leiðis stavivillur og løgnar máliskur eru í bókini. Haldi, at rættlesturin átti at kunnað steðgað hesum, áðrenn prent­að varð.
Bókin - Tann tjúkka í bókarúgvuni - táttar í hálvtfimtahundrað síður og fæst fyri kr. 399,- í bóka­handlunum. Tó ber til at bí­leggja hana beinleiðis frá forlagnum Hellunum fyri ein fimmtikrónuseðil minni.