Kaj ? Ein dokumentarisk ævisøga

Í sambandi við at fyrsta bind av ævisøguni um kenda skiparan, Kaj Johannesen (1910-93), ættaður úr Hvannasundi, kemur út í november, er faldari sendur í hvørt hús í landinum

Bókin er skrivað av journalistinum Justinus Leivsson Eidesgaard.

Høvundurin sigur, at orsøkin til at bókin eisini verður seld á hendan hátt er at røkka kundum, sum ikki hava dagliga atgongd til ein bókahandil.

Justinus er uppvaksin í Oyndarfirði í einum fiskimannaheimi, og hevur fingið prátið um fiskivinnu inn við móðurmjólkini. Hetta hevur eisini sæst aftur í hansara arbeiði sum journalistur. Hann hevur í mong skrivað um fiskivinnu og hevur verið skotin í persónligheitunum í hesi vinnu.

Bókin er dokumentarisk, byggir allan vegin á skjøl, og út frá skjølunum er farið út at prátað við fólk. Nógvar spennadi og forkunnugar myndir eru í bókini. Útgevari er Forlagið Hellurnar v/ Jústinus Leivsson Eidesgaard.