Kaj Leo aftur í býráðið

Fyrsta mál í skránni til býráðsfundin í Havn, sum verður í ovurmorgin, er, at Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri sambandsflokkin, hevur boðað frá, at hann fer í farloyvi.

 

Tí skal næsti maður á listanum taka sæti í býráðnum og tað er fyrrverandi løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Mong mundu vænta, at Kaj Leo Holm Johannesen fór at gerast toppskorari hjá Sambandsflokkinum, tá hann  boðaði frá, at hann fór at stilla upp á býráðsvalinum, men tá av tornaði, hevði maðurin av Velbastað fingið tríggjar atkvøður fleiri enn fyrrverandi løgmaður.

 

Kaj Leo Holm Johannesen hevur sitið í býráðnum áður, frá 1997 til 2000. Annfinn Brekkstein hevur verið einsamalt umboð fyri sambandsflokkin í Tórshavnar býráð síðani 2008.