Gerandisdagurin hjá føroysku fótbóltsútisetunum er nakað øðrvísi í hesum døgum, meðan vit øll bíða eftir, at ymisku kappingarnar kring heimin skulu fara í gongd aftur.
– Í hesum døgum eri eg fyri tað mesta heima hjá familjuni. Vit eru bara úti um tað er neyðugt, men annars gongur leiðin direkta heim eftir hvørja venjing, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu, ið er staddur í Íslandi, við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu spælir fyri íslendska felagið, Valur, og fyri hann og liðfelagarnar hevur talan verið um ein rættuliga vanligan gerandisdag higartil, tá tosað verður um venjingar og tær skyldur, ið teir hava mótvegis felagnum. Men møguliga verður hetta broytt nakað í næstum.
– Venjarin hevur sagt, at møguliga vit steðga við vanligu venjingunum í eina tíð, og at vit skulu rokna við, at komandi vikurnar verða bara sjálvvenjingar á skránni. Men mær dámar sum heild væl at venja, so tað, at venja einsamallur verður eingin trupulleiki. Tað er sjálvandi nógv stuttligari at venja saman við øðrum, og tá fær man eisini nógv meir burturúr. Men soleiðis sum støðan er nú, so fáa vit ikki gjørt tað nógv øðrvísi, sigur gøtumaðurin í íslendskum fótbólti.