AIK Stockholm vann greiðan heimasigur

Liðið Mikkjali K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá er tvey stig frá oddinum

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag dyst á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini móti Degerfors.

 

AIK vann greiðan 3-0 sigur. Andronikos Kakoullis skoraði tvey tey fyrstu málini í 30. og 64. minutti. Í tíðini dómarin legði aftrat staðfesti Bersant Celina sigurin.

 

AIK er triðfremst í deildini við 32 stigum. Mjällby er fremst við 34 stigum. Hammarby er næstfremst við 33 stigum.

 

Komandi sunnudag klokkan 13 spælir AIK toppdyst á útivølli móti oddaliðnum, Mjällby.