Kaj Leo best umtóktur í Sambandsflokkinum

Hóast Kaj Leo Holm Johannesen ikki er er fremsta valið til løgmann hjá føroyingum yvirhøvur, so er hann kortini best umtóktur í Sambandsflokkinum

Hóast Kaj Leo Holm Johannesen ikki er er fremsta valið til løgmann hjá føroyingum yvirhøvur, so er hann kortini best umtóktur í Sambandsflokkinum.

 

Tað vísir veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku. Tá vórðu fólk spurd, hvønn tey hildu vera best egnaðan sum løgmann. Tey kundu tá nevna tann politikara, sum tey hildu vera tann besti.

 

Bestu undirtøkuna fekk Aksel V. Johannesen, 17,5 prosent. Næstur honum var Høgni Hoydal við 11 prosentum. Síðani koma Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum fekk 8,8 prosent.

 

Av teimum tíggju, sum fingu fleiri enn 0,5 prosent av atkvøðunum, er ein annar úr Sambandsflokkinum. Tað er Bárður Nielsen, sum fekk 2,2 prosent av atkvøðunum. Tað vil siga, at tey eru fýra ferðir so nógv, sum vilja hava Kaj Leo Holm Johannesen til løgmann, heldur enn til dømis Bárð Nielsen, sum mangan hevur verið mettur sum krúnprinsur í Sambandsflokkinum.

 

Aksel V. Johannesen er tann einasti úr Javnaðarflokkinum, sum er nevndur á listanum, meðan Kristina Háfoss og Sirið Stenberg úr Tjóðveldi eisini eru á listanum umframt Høgna Hoydal. Tær fingu ávikavist 2,7 og 0,7 prosent.

 

Í Fólkaflokkinum er tað ikki floksformaðurin, ið er toppskorari. Tað Jacob Vestergaard, sum fólkafloksfólk helst síggja í løgmanssessinum. Hann fær undirtøkur frá 3,6 prosentum, meðan einans 2 prosent vilja hava Jørgen Niclasen til løgmann.

 

Annika Olsen, sum fyrr hevur verið nevnd sum krúnprinsessa í Fólkaflokkinum, fær – smabært kanningini – einans unditøku frá 1,4 prosentum av veljarum at gerast løgmaður.