Kaj Leo er bæði frekur og ábyrgdarleysur

Soleiðis ljóðar yvirskriftin í lesarabrævi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

Kaj Leo er bæði frekur og ábyrgdarleysur. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í lesarabrævi frá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni.

 

- Løgmaður kastar mær fyri ikki at verja føroysk áhugamál í málinum um Russland. Sannleikin er, at bæði føroysk áhugamál og føroyskt umdømi mugu verjast móti Kaj Leo, skrivar Sjúrður Skaale.

 

Sjúrður Skaale er ikki samdur við løgmanni um, at tað er hann, sum hevur gjørt vitjanina hjá løgmanni í Moskva til eitt stórmál. Hesum syrgdi Kaj Leo sjálvur fyri, tá hann fór á almenna vitjan í Moskva, vil Sjúrður Skaale vera við.

 

- Tá Kaj Leo – vegna allar føroyingar! – segði seg ikki trúgva uppá tað, sum Vesturheimurin ger, setti hann okkara land á teirri skeivu síðuni í hesum stríðnum, skrivar Sjúrður Skaale.

 

Sjúrður Skaale sigur, at russar hava nýtt føroysku vitjanina at prika vesturheimin við, at siga, at her er eitt vesturland, ið ikki fylgir tykkara slóð.

 

Sjúrður Skaale heldur, at løgmaður átta at víst meiri ábyrgd í hesum málinum.

- Tá eitt stríð millum mannarættindi og imperialistiska aggressión leikar á, mugu vit velja rætta síðu, skrivar hann.

 

Les alt lesarabrævið her