Hóast tað leikar hart á løgmann í málinum um koronupass, so fáast landsstýrismenninir Jørgen Niclasen og Kaj Leo Holm Johannesen ikki at gera viðmerkingar til málið. Teir vísa á, at tað er løgmaður sum úttalar seg vegna landsstýrið, og teir eru loyalir.
Men tað eru ikki allir landsstýrismenn, sum eru loyalir mótvegis løgmanni. Og tá vit vit nevna Jenis av Rana, landsstýrismann, sum fór beint ímóti landsstýrinum í málinum um koppseting, og spyrja Kaj Leo Holm Johannesen, sum varðar av heilsuøkinum í landsstýrinum, tá fæst hann at svara.
– At eg sum landsstýrismaður í heilsumálum mæli øllum til at verða koppsett. og so kemur landsstýrismaðurin í menta- og uttanríkismálum og fer beint í móti tí, tað er ein ordilig strika í rokningini hjá mær og hjá okkum í Sjúkrahúsverkinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað plagar ikki at verða væl upptikið, at landsstýrisfólk leggja seg út í málsøki hjá øðrum landsstýrisfólkum – og so slett ikki beint ímóti løgmanni, so sum Jenis av Rana gjørdi.
– Tá bleiv eg óalmindilga skuffaður, men eg eri loyalur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.