Aftaná at hava roynt seg í FH, ÍBV, Vali, Akranesi og Leikni roynir Kaj Leo í Bartalsstovu seg nú í Njarðvík í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Í kvøld fekk Kaj Leo sínar fyrstu minuttir fyri Njarðvík, tá Njarðvík á heimavølli vann 4-1 á Grindavík. Kaj Leo fekk 10 minuttir á vøllinum.
Talan var um týdningarmiklan sigur fyri Njarðvík, ið er næstaftast í deildini við bert 11 stigum. Fýra stig eru upp til Grindavík á triðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Njarðvík hevur átta dystir eftir í kappingini til at bjarga plássinum í deildini.