Kaj Leo fekk fullan stuðul í morgun

Hann fegnast um, at flokkurin hevur tikið greiða støðu

Kaj Leo Holm Johannesen hevur framvegis fullan stuðul í Sambandsflokkinum.

Tað er støðan eftir fundin í landsnevndini hjá flokkinum í morgun.

Fundurin er júst liðugur, og tí Kaj Leo Holm Johannesen kom av fundinum, staðfesti hann, at hann er framvegis formaður í flokkinum, og at hann hevur fullan stuðul í flokkinum

 

Les eisini: Lagnufundur í Sambandsflokkinum

 

Meiri verður at frætta um eina løtu.