Nýggi HB-formaðurin, málmanslegendan og fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen hevur stórar visjónir fyri HB.
Ítróttarliga skal HB fram í oddin aftur, og tað skal aftur verða stuttligt at fylgja HB aftur.
Kaj Leo hevur eisini sína avgjørdu hugsanir um, at fjepparamentanin í HB skal mennast aftur, og HB-skýlið skal aftur verða fult, tá HB hevur sínar heimadystir.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum Tróndur Arge hevði í sendingini "Fótbóltspanelið" á Rás2, og hoyr hvussu nýggi formaðurin í HB ætlar at gera sínar visjónir til veruleika.