Kaj Leo Holm Jóhannesen hevur megnað at lyft allar Føroyar

John William Joensen

Nú fyrrverandi formaður í Norðoya Sambandsfelag

 

Hóast Sosialurin og Dimmalætting hava kappast um at heitt á løgmann at leggja frá sær og Kringvarpið hevur dyrkað ofta brongluta málburð løgmanns og dyrka fram skandalusøgur so tala avrikini fyri seg.

Kaj Leo Holm Jóhannesen valdi á ungum árum at fara til skips og gjørdist skipari, heldur enn at gera eins og flestu ungdómar, ið fóru bókliga vegin og tí betur læra at bera seg at í bókliga umhvørvinum har tað er meira umráðandi at tingini eru pakkaði væl inn, at eddini standa rætt og samtalað verður soleiðis, at ein brúkar eitt føroyskt mál sum kanska í veruleikanum einki hevur við føroyingar at gera, men sum meira er at líkna einum klútateppið hjá einum yvirklassa av føroyingum.

At ein maður sum er so lítið sjálvglaður við so lítlari skúlagongd er løgmaður er ótolandi og at hann hevur rygg til at halda fast um stýrisvølin og skift kós tá tað var neyðugt hevur av órøttum verið útlagt sum ein politiskur veikleiki - tí hetta veruliga vísir hvussu sterkur og treiskur Kaj Leo Holm Jóhannesen er.

Nú túrurin er komin at enda verður mett um úrtøkuna og hondina á hjarta so kann eg sum formaður í Norðoya Sambandsfelag og sum beinleiðis havi lagt alla mína politisku orku í at vit sum felag hava stuðla upp undir politiska arbeiðið hjá Kaj Leo Holm Jóhannesen og Bjørn Kalsø. Og tá eg skal taka saman um kann eg ikki annað enn verða stoltur yvir tey úrslit vit náddu, hóast okkara politisku mótstøðufólk, serliga í høvuðsstaðarpressuni hava gjørt sær stóran ómak at dyrka einstøk persónsmál og leita eftir gomlum feilum, sum einki hava við løgmann at gera, men sum man á ein ella annan hátt roynir at klistra til Kaj Leo. Her hugsi eg serliga um tollmálið har júkað var um at løgmaður skuldi taka støðu til eitt mál sum fútin slepti fyri 20 árum síðan. Somuleiðis var við Gammeltoft sum reinsaði løgmann totalt og mælti tinginum til at geva løgmanni eina nøs tá hann eftir áhaldandi falskar ákærur í løgtinginum kom at siga ov nógv.

Kaj Leo bað løgtingið og føroyingar um umbering men hetta var sjálvandi ikki nóg mikið hjá teimum sum ynsktu at síggja blóð og serliga hjá høvuðsstaðarpressuni sum alt valskeiðið hevur verið í blóðrúsið.

 

Tøkk til Kaj Leo og Bjørn

Meðan Bjørn Kalsø hevur sitið við ábyrgd av skúlamálum hevur løgtingið tikið undir við at brúka meira enn eina milliard í íløgum í skúlaverkið ikki einans í miðøkinum men so sanniliga eisini úti um landið og ikki minst í Klaksvík og á Kambsdali og Bjørn hevur eisini sæð týdningin av smærri bygdskúlunum sum t.d. á Viðareiði. Skúlin í Klaksvík er samanlagdur og o.so.fr....

Samstundis hevur talið á Føroyingum sum velja at fara á miðnám og til hægri lestur í Føroyum ongantíð verið størri enn júst hesi árini Bjørn Kalsø hevur stjórnað skúlaverkinum. Bjørn er sera umhugsin maður og gevur sær góðar stundir tá avgerðir skulu takast og hevur tí verið sannur fongur fyri skúlaverkið og alt mentanarøkið, hóast júst tey harðastu mótstøðufólkini starvast júst á hesum økinum.

Í politiska orðaskiftinum fanga sparingar hjá almenna geiranum og vantandi pengar yvirskriftir í miðlunum, men sambært Gjaldsstovu Føroya eru inntøkurnar hjá Lands- og kommunukassunum eksploderaðar seinastu árini.

Førdi politikkurin hevur givið almennu føroyum støðugt fleiri inntøkur og tað hevur sæst aftur á almennu útreiðslunum.

Útreiðslurnar hjá landskassanum eru øktar 400 mió. kr síðan 2009 meðan rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum eru øktar 1 mia. kr.

Rakstrar útreiðslurnar hjá Almenna føroyska húsarhaldinum (Land og Kommunur) setti met í 2014 við 5,1 mia. kr. – harav 3,1 mia. vóru almennar lønir.

Landskassin rindaði í 2014 góðar 2,2 mia. kr. í lønum.

Tórshavnar kommuna 420 mió. kr. og Klaksvíkar Kommuna 80 mió. kr. í lønum.

Inntøkurnar hjá land og kommunum vóru í 2008 – 4,8 mia. kr. og verða vantandi í 2015 heilar 7,1 mia. kr. tvs. samlaðu inntøkurna hjá almennu Føroyum eru øktar 2,2 mia. kr. síðan kreppuna í 2008 – ein øking uppá 31%.

Samlaðu inntøkurnar settu met við 7 mia. kr. og í 2015 verða samlaðu inntøkurnar hjá Lands- og kommunu kassum kr. 7,1 mett eftir fíggjarætlanum og fíggjarlóg.

At tað eru nógvur aktivitetur í føroyska samfelagnum í løtuni sæst aftur í løgunum hjá kommunu og landskassunum.

Beint áðrenn kreppuna í 2007 vóru samlaðu almennu íløgurnar 287 mió. kr.

Í 2012 var hetta talið tvífalda til 500 mió. kr.

Í 2014 vóru almennu íløgurnar 700 mió. kr.

Í 2015 er játtað tilsamans 850 mió. kr. til íløgur frá almenna húsarhaldinum í føroyska samfelagið.

Í 2013 bygdu land og kommunur fyri tilsamans 630 mió. kr. og í 2015 eru játtaðar 850 mió. kr. til bygging.

Arbeiðsloysið er næstan burtur og vit byggja nýggjar skúlar, sjúkrahús, ellisheim og stovnar til fólk við serligum tørvi um alt landið.

Tá framgongd er í samfelagnum veksur gjógvin nátúrliga millum tey sum forvinna nógv og tey sum mugu klára seg fyri minni, men vit eiga alla tíðina at meta um hvussu nógvar byrðar ein kann leggja á hestarnar sum dríva samfelagið – vinnan og serliga okkara sjófólk – og har hevur Kaj Leo megnað at fingið fólkaflokkin at makka rætt men samstundis hildið vinnuni skaðaleysa frá akademiskum royndarverkætlanum sum t.d. uppboðsølu av veiðuleivum. Hetta hevur skapt rúm fyri nýggjum arbeiðsplássum uttanfyri høvuðsstaðin og tað gagnar føroyska samfelagnum – tí vit mugu ikki gloyma at tað er ein minniluti av føoyingum sum býr í Suðurstreymi – flestu føroyingar búgva uttanfyri høvuðsstaðin har vinnan er drívkraftin.

Mín tíð sum formaður í Norðoya Sambandsfelag er komin at enda vegna parkinson men eg fegnist um at annar skilamaður tekur yvir og verður tað kunngjørt eftir felagsfund í skótahúsinum í kvøld kl. 19.

Takk fyri.