Kaj Leo í Bartalsstovu fær møguleikan frá byrjan í dag. Gøtumaðurin leggur lítið í tosið um vøllin í Andorra, sum verður karmur um HM undankappingardystin í dag millum Andorra og Føroyar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna
- Hetta er ikki nøkur umbering. Nú eru vit motiveraðir. Vit kundu spælt á eini eplaveltu, men vit høvdu verið motiveraðir alíkavæl. Umstøðurnar eru sum tær eru, nú snýr tað seg um at verða til reiðar, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Bóltsnillingurin væntar eisini, at førosyka liðið fer at tora at spæla bólt.
- Eg síggi hetta sum ein dyst, har vit skulu skjóta mál. Vit koma ikki her fyri at liggja og verja og skjóta bóltin vekk. Tað trúgvi eg ikki uppá. Vit ætla at spæal bólt. Hetta er ein av teimum dysturunum, har vit kunnu fáa okkurt burturúr, men samsundis ein torførur dystur, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Hann skifti í vetur til ÍBV, sum hevur fyrrverandi venjaran hjá HB, Kristján Guðmundsson sum venjara. Hann hevur víst gøtumanninum álit.
- Eg havi spælt at kalla hvønn dyst og lagt upp til mál og skotið okkurt máli. So eg haldi tað sær gott út og vónandi kann eg taka tað við mær til landsdystin, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2 byrjar klokkan 14 við at endursenda SportBoxina frá í dag. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt.