Kaj Leo má loysa trupulleikan

Heili 194 børn bíða eftir at fáa viðgerð, men á fíggjarlógini er ikki eitt oyra sett av til at stytta bíðitíðina

Í løtuni standa 194 børn og ung á bíðilista eftir at fáa viðgerð hjá psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum – og bíðtíðin er hálvtannað ár. Bjørg Dam, forkvinna í ADHD felagnum sigur, at hetta hevur fingið fleiri foreldur at tala at tí hetta er eitt stríð um rættindi til vælferðarsamfelagið.

 

– Tað er altavgerandi fyri familjurnar at fáa hjálp skjótt, og tí eigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, at seta øll segl fyri at fáa bíðitíðina niður, sigur hon.

 

Hon vísir á, at landsstýrismaðurin hevur sett tvær milliónir av til at menna psykatriska økið, men peningurin er markaður til eina psykatriska skaðastovu. Sostatt er veruleikin tíverri tann, at ikki ein króna er sett av til at fáa bíðitíðina niður, sigur hon.

 

Hon sigur, at er ikki bara pengar til ADHD hjá børnum, sum hetta snýr seg um. Tað snýr seg líka so nógv um at útbúgva sernámsfrøðingar, lærarar í serdidaktikki, at endurskoða Sernám og Gigni og allar mannagongdir, skipanir og tilboð innan dagstovnar og skúlar.

 

Eisini skula barnaverndirnar umskúlast til at síggja og duga at lofta ADHD/ADD betri.

– Vit koyra so nógvar pengar í øll hesi økini í dag, men tá ið skipanarfeilir eru, og fakligheitin lág, røkka pengarnir ikki sínum endamáli, sigur Bjørg Dan. Tí síggja vit, at trupuleikarnir veksur, hóast nógv verður gjørt, og nógvir pengar brúktir, leggur hon afturat.

 

Hon sigur, at tað, sum krevst, er, at vit fáa eina heildarætlan, og at øll trý aðalráðini, almannamálaráðið, heilsumálaráðið og mentamálaráðið, lyfta økið í felag.

 

– Men fyrst og fremst er tað Kaj Leo Holm Johannesen, sum hevur ein fløskuháls at loysa, so at børnini kunnu fáa ADHD heimaráðgeving, endurgoldnar meirútreiðslur, avlasting, lesi- og skrivitøkni, og annað - og so at tey eisini kunnu vera við í sjálvhjálparbólkum í ADHD felagnum, sigur hon.