Kaj Leo: Nú skal vera arbeiðsfriður

– Jørgen Niclasen verður sitandi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen eftir innanhýsis fund í Sambandsflokkinum seinnapartin

– Jørgen Niclasen verður sitandi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen eftir innanhýsis fund í Sambandsflokkinum seinnapartin.

 

Tingbólkurin hjá Sambandsflokkinum hevur seinnapartin hildið innanhýsis fund, har løgmaður hevur greitt frá grundarlagnum fyri síni støðutakan í málinum viðvíkjandi landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

 

Tingbólkurin tók frágreiðingina hjá sínum formanni til eftirtektar. Øll vóru ikki samd við sínum floksformanni, men tær atfinningarsomu røddirnar tóku frágreiðingina hjá løgmanni til eftirtektar.

 

– Tað er eingin ivi um, eftir fundin í dag, at ein samdur tingbólkur og landsstýrismanning gevur formanninum sín fulla stuðul og álit, sigur Kaj Leo Holm Johannesen eftir fundin.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum sigur seg vóna at fáa politiskan arbeiðsfrið, soleiðis at politisk mál í framtíðini í størri  mun verða sett fram um persónsmál.

 

– Um tað framhaldandi verður ov nógv politiskt órógv, sum forðar fyri politiska arbeiðinum, so fyriliggur ein nýggj støða, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hóast fleiri í Sambandsflokkinum, eisini løgtingslimir, alment hava biðið sín formann um at loysa Jørgen Niclasen úr starvi sum landsstýrismaður í fíggjarmálum, so hendir tað ikki.

 

– Nú verður uppgávan at fáa stabil viðurskifti og arbeiðsfrið í samgonguni. Og tað verður við Jørgeni Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hoyr samrøðu við Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.