Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu vóru við frá byrjan, tá ÍBV fyrr í kvøld tapti 1-2 ímóti Vali á útivølli. Jónas Tór var í verjuni, og Kaj Leo var í álopinum.
ÍBV tapti dystin 1-2. Í steðginum var støðan javnleikur 1-1. ÍBV fekk eina ringa byrjan á Valsvølli, sum var heimavøllurin hjá Jónasi Tór Næs, árini 2011 til 2013. Longu tá fýra minuttir vóru farnir kom Valur á odda 1-0 við máli, sum Sigurður Egill Lárusson skoraði.
Beint undan steðginum javnaði Kaj Leo í Bartalsstovu fyri ÍBV. Pablo sendi bóltin innfyri, og nærmast liggjandi eydnaðist tað Kaj Leo hegnisliga at senda bóltin upp í málhornið. Eitt framúr vakurt mál hjá gøtumanninum, sum hevur skorað tvær ferðir fyri ÍBV í steypakappingini.
Tá 73 minuttir vóru farnir skoraði ein ungur maður við einum kendum eftirnavni sigursmálið fyri Val. Sveinn Aron Guðjohnsen, sonur fótbóltslegenduna, Eiður Smára Guðjohnsen, og abbasonur fótbóltslegenduna, Arnór Guðjohnsen skoraði frá stuttari frástøðu.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat rakti Álvaro Montejo hjá ÍBV tvørstongina, og tað var tað nærmasta eyjamenn komu einum stigi. Mikukvøldið 14. juni tekur ÍBV ímóti KR á Hásteinsvøllinum á Heimey.
Støðan í pepsideildini:
1 | Stjarnan | 5 | 4 | 1 | 0 | 15:5 | 13 |
2 | Valur | 6 | 4 | 1 | 1 | 11:6 | 13 |
3 | Grindavík | 5 | 3 | 1 | 1 | 9:8 | 10 |
4 | KA | 5 | 2 | 2 | 1 | 10:7 | 8 |
5 | KR | 5 | 2 | 1 | 2 | 8:8 | 7 |
6 | Fjölnir | 5 | 2 | 1 | 2 | 4:6 | 7 |
7 | ÍBV | 6 | 2 | 1 | 3 | 6:11 | 7 |
8 | FH | 5 | 1 | 3 | 1 | 10:9 | 6 |
9 | Breiðablik | 5 | 2 | 0 | 3 | 7:10 | 6 |
10 | Víkingur Reykjavík | 5 | 1 | 1 | 3 | 7:9 | 4 |
11 | Akranes | 5 | 1 | 0 | 4 | 11:14 | 3 |
12 | Víkingur Ólafsvík | 5 | 1 | 0 | 4 | 5:10 | 3 |