Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin, tá ÍBV á útivølli í dysti í pepsideildini í kvøld spældi javnleik 1-1 ímóti Víkingi Reykjavík á útivølli.
Mikkel Maigaard legði ÍBV á odda 1-0, tá bara sjey minuttir vóru leiktir av dystinum.
Í seinna hálvleiki hevði Kaj Leo í Bartalsstovu tveir risamøguleikar at økja um leiðsluna hjá ÍBV, men tíverri vóru marginalarnir ikki við Kaj Leo.
Tá 62 minuttir vóru leiktir tók Kaj Leo í Bartalsstovu eitt fríspark fyri ÍBV, sum var dømt beint uttanfyri brotsteigin hjá Víkingi Reykjavík. Frísparkið var framúr gott, men tíverri fyri Kaj Leo og ÍBV rakti skotið tvørstongina. Tá 78 minuttir vóru leiktir spældi Sindri Snær Magnússon Kaj Leo hegnisliga leysan í brotsteiginum hjá Vìkingi Reykjavík, men ólukkutíð sendi Kaj Leo bóltin uppum málið.
Og fýra minuttir seinni bleiv ilt verri, tá Geoffrey Castillion javnaði fyri Víking Reykjavík, og tryggjaði teimum eitt stig.
Komandi uppgávan hjá ÍBV er steypafinalan á Laugardalsvøllinum komandi leygardag klokkan 17. Mótstøðuliðið verður FH, sum hevur Gunnar Nielsen í málinum.