Tvey ár upp í slag hevur Levanger rokkið málsetninginum. Fyrstu fluttu teir upp, og nú megnaðu teir at yvirliva í næst bestu deildini.
Kaj Leo í Bartalsstovu spældi ein stóran leiklut í uppflytingini, men hetta farna kappingarárið hevur tað ikki eydnast eins væl. Hann hevur sitið nógv á bonkinum, meðan heldur óroyndi venjarin hevur roynt at vart seg til stigini.
Móti endanum av kappingarárinum fekk Kaj Leo tó meiri spælitíð, og endaði eisini við at fáa fast pláss á landsliðnum.
Føroyski landsliðsspælarin er nú uttan sáttmála. Hann hevur fyrr sagt, at hann ætlar at menna seg sum fótbóltsspælara, og tí er ein túrur í triðj bestu deildina ikki ein møguleiki.
Ikki tikið støðu enn
Við bjargingini bleiv Levanger aftur ein møguleiki fyri komandi kappingarár.
- Eg havi ikki tikið støðu til, hvar eg spæli komandi ár. Tað er veldugt at vit yvirlivdu, so Levanger er altíð ein møguleiki, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.
Til komandi ár skal Levanger hava nýggjan venjara. Tað kann gera, at Kaj Leo hevur størri móti upp á at halda fram, eftir at spælistílurin ikki hevur passa so væl til hann hetta kappingarárið.
- Tað er týdningarmikið fyri meg, at eg spæli í einum felagi, ið passar til mín spælistíl. Tað er eisini áhugi aðrastaðni frá, so nú fáa vit at síggja, hvar tað verður, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu at enda.
Bóltsnillingurin hevur eisini boðað frá, at hann ikki er sinnaður at koma aftur til Føroyar at spæla, hóast feløg sum Víkingur og B36 enn leita eftir einum avgerandi profili í FM stríðnum.