Kaj Leo skal til Kroatia og Gunnar skal til Írlands

Valur fær sera torføra uppgávu í fyrsta undanumfarinum í Champions League umfarinum

Bæði føroyingaliðini í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Valur og FH skulu kappast í evropeiskum kappingum fyrst í juli.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Vali trektu eitt sera sterkt mótstøðulið í fyrsta undanumfarinum í Champions League kappingini.

 

Mótstøðuliðið hjá Vali er kroatiska meistaraliðið, Dinamo Zagreb sum heilar fimm ferðir hevur megnað at vunnið seg í Champions League bólkaspælið.

 

Seinastu seks kappingarárini hevur Dinamo Zagreb vunnið seg í bólkaspælið í Champions League tríggjar ferðir. Tó hevur liðið enn ikki nakrantíð vunnið seg í áttandapartsfinalurnar.

 

Um Valur ikki fremur ta stóru sensasjónina og koppar Dinamo Zagreb skal íslendska meistaraliðið kappast í øðrum umfari í Europa Challenge League undankappingini.

 

Gunnar Nielsen og liðfelagarnir í FH fingu eitt munandi frægari lutakast í fyrsta undanumfarinum í Europa Challenge League undankappingini.

 

Føroyski landsliðsmálverjin og liðfelagarnir í FH trektu írska liðið, Sligo Rovers.