Kaj Leo skal vera løgmaður

Honum á baki kemur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

Fimti hvør veljari vil hava Kaj Leo Johannesen til løgmann. Tað sigur í øllum førum feskasta veljarakanningini, sum Kringvarpið kunngjørdi í gjár.


Sambært kanningini hevur Kaj Leo Johannesen vunnið sær álit hetta lítla árið, hann hevur verið løgmaður, um enn ikki hann hevur vunnið so stórt álit millum veljararnar annars, sum flokkur hansara, Sambandsflokkurin. 20,7 prosent vilja hava Kaj Leo Johannesen til løgmann, men sjey prosent fleiri velja Sambandsflokkin.


Næstur í røðini í løgmansvalinum, er nú Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. 14,5 prosent av veljarunum vilja hava hann til løgmann, og tað ikki meira enn gott og væl helvtin av teimum, sum velja Tjóðveldi.


Jóannes Eidesgaard, sum er tann sum hevur sitið longs sum løgmaður í hesari øldini, fær stuðul frá 10 prosentum, sum vilja hava hann aftur í løgmansstólin.


Eingin annar er við í kappingini, tí formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen fær einans stuðul frá 3,8 prosentum av veljarunum, meðan hann innanfloks verður yvirhálaður av Anfinni Kallsberg, fyrrverandi løgmaður, sum fær 6,7 prosent av atkvøðunum í veljarakanningini.


Jenis av Rana og Kári P. Høgjaard, formenn í Miðflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum fáa stuðul frá ávikavist 0,4 og 0,2 prosentum.