TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Rás2 gjørdi í steðginum í dystinum millum B36 og 07 Vestur.
Samrøðan var við landsliðsspælaran, Kaj Leo í Bartalsstovu, sum gjørdist sigursmálskjútti hjá ÍBV ígjár og sendi ÍBV í íslendsku steypafinaluna, tá hann skoraði sigursmálið til 2-1 í hálvfinaluni ímóti Stjarnuni. Dysturin var leiktur á heimavøllinum hjá Stjarnuni.
Í samrøðuni greiðir Kaj Leo í Bartalsstovu frá sigursmálinum.
Kaj Leo í Bartalsstovu undirstrikar, at tað hevði stóran týdning fyri teir at vinna seg í tað íslendsku steypafinaluna, sum verður á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, leygardagin 12. august.
ÍBV er á einum 11. plássi í pepsideildini í løtuni, og tvey stig eru upp til bjargingina. Kaj Leo í Bartalsstovu hevur tó góðar vónir um, at hann og liðfelagarnir kunnu venda gongdini.
Kaj Leo í Bartalsstovu heldur, at persónliga gongur tað væl á vøllinum nú, og tað fegnast hann um.