Sambandsflokkurin skal nú hava ein nýggjan formann.
Tað stendur heilt greitt, eftir at formaðurin seinastu 11 árini, Kaj Leo Holm Johannesen, nú alment sigur seg frá sum formann.
Fyrr í dag boðaði hann frá, at vildi flokkurin hava annan formann, skuldi hann ikki leggja seg í vegin fyri tí, men nú vendst ikki við aftur, tí beint nú boðar hann so alment frá, at hann tekur seg aftur sum formaður.
Tað ger hann eftir at flokkurin, og hann sjálvur, hava tapt tvey val nú upp í slag, fyrst fólkatingsvalið, síðani løgtingsvalið.
Hann sigur, at hendan tíðin sum formaður hevur verið krevjandi, men spennandi, men Nú er tíðin komin at lata nýggj fólk sleppa framat í leiðsluni í
Tí takkar hann nú fyri seg, sum formaður, sigur hann og hann fer nú at røkja starvið sum løgtingsmaður fyri flokkin.
Reidar Nónfjall, floksskrivari hjá Sambandsflokkinum, sigur, at landsnevndin verður kallað saman í næstu viku at viðgera støðuna og síðani verður kallað saman til landsfund at velja nýggjan formann.
Hann sigur, at tað verður gjørt uttan drál fyri at fáa leiðsluviðurskiftini í rættlag sum skjótast.