Í Levanger FK fegnast tey um at hava bjargað sætinum í næstbestu, norsku fótbóltsdeildini til komandi kappingarár. Hetta henda á seinasta leikdegi ígjár, tá Levanger vann 4-1 á Sogndal. Og nú hava tey í Levanger FK tikið samanum júst farna kappingarár.
Tey eru komin fram til, at Levanger er liðið, sum skotið triðmest mál í deildini. Levanger hevur skotið 48 mál í 30 dystum, Sandnes ULF hevur skotið 49 mál, meðan Sogndal er á odda við 59 málum.
Levanger hevur skikkað sær væl á vøllinum. Í 30 dystum fingu teir bert eitt reytt kort í einum dysti ímóti Nest-Sotra.
Men liðið hevur eisini latið triðmest mál inn í 30 dystum. Levanger FK hevur latið 53 mál inn. Bert tvey lið eru verri enn Levanger. Frederikstad hevur latið 61 mál inn, og Bærum hevur latið 67 mál inn. Levanger gjørdi ikki færri enn fýra sjálvmál hetta kappingarárið.
Føroyski landsliðsspælarin Kaj Leo í Bartalsstovu er tann spælarin hjá Levanger FK, sum er skiftur út oftast. Heilar 12 ferðir var Kaj Leo í Bartalsstovu skiftur út hjá Levanger FK.