Hóast Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu av heilum hjarta tekur undir við og hevur samtykt útbyggingina av Tórshavnar havn uttan fyri molan í Havn, so tekur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi floksformaður og løgmaður – og fyrrverandi býráðslimur í Havn, ikki undir við ætlanini.
Hann hevði heldur viljað havt nýggja havn á Sundi.
– Hevði sum borgari í okkara kommunu ynskt, at Tórshavnar kommuna hugsaði seg um enn einaferð og fann eina nýggja staðseting til Tórshavnar havn. Inni á Sundi er ein upplagdur møguleiki, og nógv bíligari, skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook í dag.
Tá málið um havnarútbyggingina varð samtykt seinasta hóskvøld, var bara ein býráðslimur, sum hevði somu støðu sum Kaj Leo Holm Johannesen. Tað var Marin Katrina Frýdal úr Tjóðveldi. Floksfelagarnir hjá henni, Jákup Dam og Jógvan Arge atkvøddu ikki ímóti og ikki fyri, men atkvøddu blankt.
Hini átta, sum vóru á fundi – Heðin Mortensen, Helena Dam á Neystabø, Sigrun Mohr, Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Annfinn Brekkstein, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen – atkvøddu fyri.
Tað hevur ljóðað, at fólk í Sambandsflokkinum hava viljað havt Kaj Leo Holm Johannesen at stilla upp til býrðasvalið. Men við in.fo í gjár segði hann, at hann ikki stillar upp til býráðsvalið.