19. mars andaðist á Bornholm, Kaj Nolsøe Bang fyrrverandi kommandørkapteynur, 88 ára gamal. Hann var borin í heim á donsku Vestindisku Oyggjunum, men flutti til Danmarkar longu sum tvey ára gamal. Hann tók stýrimans og skiparaprógv og var ovasti í donsku sjóverjuni frá 1938 til 1975. Hann kom fyrstu ferð til Føroyar í 1946 til Loranstøðina í Vági, har hann varð stjóri. Hann var eisini ovasti á verjuskipinum við Føroyar. Frá 1953-55 arbeiddi hann í Grønlandi fyri sjóverjuna. 1965-67 var hann ovasti fyri sjóverjuni á Bornholm, og síðani var hann í fýra ár ovasti á Marinustøðini í Havn, Seinastu trý árini var hann ovasti á marinustøðini á Bornholm. Hann skrivaði heilar sjey bøkur og luttók nógv í almennum kjaki. Ein av bókunum er t.d. Færøerne ? mine fædres land. Hann var errin av, at hann var ættaður frá sjálvum Nólsoyar Páll. Niels Winther (1822-1892), sum var føroya fyrsti fólkatingsmaður og blaðstjóri á føroya fyrstu avís, ?Færingetidende?, var langabbi hansara.
Í 1993 fekk hann ein blóðtøpp og var lamin í øðrum arminum, men hann tók tó lut í gerandisdegnum til fyri fáum mánaðum síðani, tá støðan aftur gjørdist verri. Kaj Nolsøe Bang giftist í 1940. Konan situr nú einkja í Arsdale á Bornholm.