Tað er langt síðani, at so nógv fólk hava verið til dyst í Streymnesi, sum tað var til dystin millum EB/Streym og KÍ í gjár. Tað er eisini langt síðani, at gleðin hevur verið so stór millum fjeppararnar hjá felagnum, sum tað var eftir fantastiska 7-0 sigurin á KÍ í gjár.
Somuleiðis hevur liðið ikki spælt so góðan fótbólt í ár, sum í stórsigrinum í gjár. Í løtum spældi liðið eisini betri fótbólt, enn tað nakrantíð hevur gjørt. Málið hjá Alex Santos var ein staðfesting av hesum!
Eitt annað, sum eisini varð staðfest var, at Egil á Bø er aftur. Fagnaðurin var øgiligur, tá stadionspeakarin las liðið upp og navnið á liðformanninum var nevnt. Somuleiðis var fagnaður næstan hvørjaferð, Egil á Bø nært við bóltin.
»Egil, hann er okkara« sang bakkakórið stóran part av dystinum. Hetta so hart sum sjáldan áður.
Egil og EB/Streymur
Tá liðformaðurin kunngjørdi, at hann gavst at spæla, gjørdi hann greitt, at hann var og er EB/Streymari – tískil varð hansara leikaraloyvið ikki flutt úr felagnum.
Í gjár gjørdist greitt, at EB/Streymur í rættiliga stóran mun eisini er Egil á Bø. Eftir dystin í gjár ber til at staðfesta, at bæði felagið og liðformaðurin fingu sína uppreisn.
Djúp kreppa í Klaksvík
Hinvegin er serstakliga trupult at siga, hvat og hvar KÍ er í løtuni. Almenna heimasíðan hjá KÍ skýrir dystin í Streymnesi í gjár at vera søguligan. Hetta tí, at besta mansliðið hjá KÍ ongantíð áður hevur tapt so stórt! Fyri 30 árum síðani tapti KÍ 8-1 fyri TB, men tá skoraðu klaksvíkingar um ikki annað eitt mál, og tískil meta teir, at tað úrslitið var frægari. Um dystin í gjár verður sagt, at »... Úrslitið var ikki eitt mál ov mikið«
Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni, Páll Klettskarð og Kristoffur Jacobsen byrjaðu allir inni fyri KÍ. Skaddir vóru Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen. Nøvnini staðfesta, at KÍ hevur eitt lið fult av profilum, men úrslitið og avrikið í gjár sigur so mikið sum, at hetta als ikki er nóg mikið.
Einasti uggin hjá klaksvíkingum í løtuni er, at B36 og AB eisini taptu í gjár. Vónin er so eisini, at ÍF tapir fyri NSÍ í kvøld.