Kalda kríggið

20 ár eru liðin, síðani jarntjaldið fall, og kalda kríggi var av. Eitt kríggj, sum ongan tíð brast á, men sum tók sína byrjan við fyrstu kjarnorkubumbunum, og sum eftir Cuba-kreppuna fyri tað nógva helt heimin á pínubeinkinum í einum til tíðir heilt ítøkiligum ótta fyri einum altoyðileggjandi kjarnorkukríggi.
Komandi Vikuskiftini seta vit fokus á og lýsa nøkur av teimum fyribrygdum, sum eyðkendu kalda kríggið, eins og ljós verður varpið á tær hendingar, sum virkaðu til, at kalda kríggið endaði.