Kaldan vøtt undir vangan

Sheffield United heldur á at happa stórfeløgini úr Premier League.

Londonmenninir úr Queens Park Rangers taptu ikki færri enn 3-0 móti Sheffield United í triðja umfari av FA Cup steypakappingini í Onglandi.

 

Hóast talan - á pappírinum - var um ein avgreiðsluspurning fyri QPR, so hevði Harry Redknapp, høvuðsvenjarin, ikki latið stjørnurnar sita millum áskoðararnar í London, tá ið ferðabussurin hjá mótstøðuliðnum kom til London. Talan var nevniliga um liðið úr triðbestu ensku deildini, Sheffield United, sum vitjaði Queens Park Rangers úr fremstu ensku deildini.

 

Eftir fyrsta bríksl, gjørdist greitt, at hetta ikki skuldi gerast nakar lættur dystur fyri menninar hjá Redknapp, og tíggju minuttir fyri hálvleik skeyt Marc McNulty fyrsta málið í dystinum. 1-0 til triðjudeildarliðið.

 

Í øðrum hálvleiki vóru lítlir batar at hóma í spælinum hjá QPR, og Jamal Campbell-Ryce gjørdi sær dælt av støðuni og skeyt tvey mál afturat, sum fullgjørdi sensatiónina fyri teir úr Sheffield.

 

Sheffield United liggja í løtuni á einum sætta plássi í Sky Bet League 1, men hava staðið seg væl í ensku steypakappingunum. Móti endanum av hesum mánaðinum leika teir nevniliga fyrru hálvfinaluna í League Cup móti Tottenham, eftir at Sheffield hevur sligið út bæði Southampton og West Ham úr Premier League. Í dag var tað so í FA Cup, at eitt felag úr Premier League fekk kalda vøttin úr triðbestu endsku deildini undir vangan, tá ið Sheffield United sendi QPR heim við ongum.