Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið. Tað er eftir umbøn frá valstýirinum í Kaldbak um at flyta valhølið úr Kaldbaks skúla í nýggju høllina í Kaldbak, at avgerðin er tikin.
Valstaðið í Kaldbak fevnir um bygdirnar Kaldbak og Kaldbaksbotn.
– Ynskið er, at broytingin verður gjørd nú í sambandi við kommunustýrisvalið 12. november, og at hetta eisini verður valhøli til løgtingsval og fólkatingsval frameftir., skrivar Tórshavnar kommuna í frágreiðingini frá býráðsfundinum í gjár.
– Fyrimunur er, at skúlin kann hava vanliga skúlagongd valdagar. Haraftrat verður mett, at umstøður bæði hjá veljarum og valstýri/hjálparfólkum verða betri í høllini, sæst í gerðabókini.
Sambært løgmálaráðnum verður mett, at henda broyting fellur undir § 20, stk. 2 í sambandi við løgtingsval, har ásett er, at atkvøðugreiðsla fer fram í einum ella fleiri hølum, sum kommunustýrið ávísir.
– Tað merkir, at býráðið við hesi samtykt ávísir høllina sum valhøli til kommunustýrisval.
– Haraftrat er sambært løgmálaráðnum vanlig mannagongd í sambandi við løgtingsvallógina, at kommunustýrið heitir á landsstýrið um broytingar í yvirlitinum yvir valstøð. Tað merkir, at býráðið eisini samtykkir at heita á landsstýrið um, at høllin í Kaldbak, Krossgøta 11, verður valhøli til løgtingsval frameftir.
Tilmæli frá kommunustjóranum var soljóðandi:
Kommunustjórin mælir býráðnum til at ávísa høllina í Kaldbak, Krossgøtq 11, til valhøli/valstað fyri Kaldbak og Kaldbaksbotn í sambandi við kommunustýrisval. Kommunustjórin mælir harumframt til at heita á landsstýrið um, at høllin frameftir verður valhøli/valstað til løgtingsval.
4. oktober 2024 sendi kommunustjórin málslýsingina út við telduposti og hava hesi tikið undir við tilmælinum:
Annfinn Brekkstein, Gunvør Balle, Súna Mørk, Annika Olsen, Elsa Berg, Jákup Dam og Kristianna Winther Poulsen.
Á býráðsfundinum í gjár varð málið einmælt samtykt.