Flaggdagshaldið á Vaglinum var ein kaldur umgangur í dag, men kortini var haldið sera væl vitjað.
Her var nógv fólk og gott lag. Johanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, helt røðu og flaggdagsrenningin, sum Bragdið hevur skipað fyri í samfull 30 ár, fekk sera stóra undirtøku.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti flaggdagsrenningina í gongd. Sjálvur hevur hann runnið nógv seinnu árini, og hetta er líka sum vorðið ein lívsstílur hjá honum.
- Borgarstjórin ynskti Bragdinum tillukku við at hava fyriskipað flaggdagsrenningini í 30 ár og frøddist um stóru luttøkuna, verður sagt í tíðindaskrivi nú seinnapartin.