Kalifornia: 6.453 heim eru brend í grund

Eldurin hevur nú kravt minst 44 mannalív, og sigst at meira enn 100 fólk eru burtur

Eldurin sum hevur herja á seinastu tíðina í Amerkianska statinum Kalifornia, hevur nú kravt minst 44 mannalív, og sigst at meira enn 100 fólk eru burtur, stendur at lesa á CNN.. Fleiri av teimum sum eru umkomin, eru funnin í bilum, ávegis avstað frá eldinum. 

 

 

 

 

Eftir býurin Paradise var brendur í grund og mett var at umleið 10-20% er alt sum er eftir av býnum, tók stakríkisstjórin í Kalifornia, Jerry Brown, avgerð um at fáa forsetan at taka stig til vanlukkuna. Jerry Brown bæð tískil um eina váttan frá Donald Trump forseta, at lýsa Kalifornia, sum ein stat í vanlukkustandi.

 

 

 

 

Tað eru trýggjir eldar sum herja á í Kalifornia, og sigst at hetta eru mest oyðileggjandi eldarnir sum hava verið í søguni hjá Kalifornia. Staðfest er at 6.453 heim eru brend í grund, og í gjár vóru framvegis 15.000 bygningar í vanda fyri eldinum. Umleið 13 milliónir fólk eru enn í vanda fyri at blíva ávirka av eldinum, sum veksur alsamt meira. 

 

 

 

 

Meira enn 8000 brandmenn hjálpa til við at steðga eldinum, hetta meðan teirra egnu heim allar helst brenna niður í grund. Eldurin hevur hagar til brent meira enn 802.8 kvadrat kilometrar av Kalifornia, hetta svarar til eitt øki størri enn tað hjá øllum kommunurnum í New York.