POLITIKKUR
Kaj Leo Johannesen viðgongur í blaðnum í dag, at hann gjørdi eitt mistak, tá hann í samrøðu við Sosialin kallaði tað “ótrúliga positivt”, at Saddam Hussein fekk ta revsing, hann fekk. Eisini sigur hann, at hann ikki segði hetta sum floksformaður, og at hetta ikki er politikkur Sambandsfloksins.
Hesa orðing hevur Kaj Leo Johannesen tó áður nýtt á tingsins røðarapalli.
Undir orðaskiftinum 8. november í fjør – 3 dagar eftir, at irakiski einaræðisharrin varð deyðadømdur - har Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum setti løgmanni munnligan fyrispurning um kríggið í Irak, segði Kaj Leo Johannesen m.a., at <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$“hetta rættvísið er so gott, at tað fyri ein part fer út um Føroyar, at tað hendir akkurát nú, at tann maðurin, sum hevur havt ábyrgdina har niðri, fær tann dómin, sum hann hevur uppiborið. Tað er ótrúligani positivt, og tað vísir bara tað, at rættvísi er til fyri øll...”