Hjælpe Kalle er ein bamsa, sum øll børn í Nordjyllandsamt fáa, tá tey fylla trý ár. Ein kul bamsa, kann sigast. Hon hevur sólbrillur og ryggsekk. Keppurin vendir øvugtan veg á høvdinum, og hárið stendur beint uppeftir. Í ryggsekkinum hjá Kalla er eitt plástur. Við Hjælpe Kalla fylgir ein videofilmur. Ein filmur um tvey børn og Kalla. Børnini eru trý og seks ára gomul og spæla við mangt og hvat. Hvørjaferð tey eru í ferð við eitthvørt, sum kann verða vandamikið, kemur Kalle fram og spyr, um tey ikki heldur áttu at farið eftir einum vaksnum.
Hetta ljóðar kanska ikki av so nógvum, men stuttleikin er tann, at Kalle er farin inn um hjá børnunum. Tað vísa kanningar, sum heilsufrøðingar í hesi verkætlanini hava gjørt á stovnum í Danmark.
Tað letur til, at tá børnini hava sæð filmin nakrar ferðir, so vita tey, hvar vandastøðurnar uppstanda. Men ikki bara tað. Tað er eisini soleiðis, at tá tey so spæla sjálvi við eitthvørt, og so brádliga eru í ferð við okkurt ikki heilt vandaleyst, so koma tey at hugsa um, at nú hevði Kalle komið og spurt meg, um eg ikki skuldi farið eftir mammu ella babba.
? Boðskapurin frá Kalla er farin beint inn í heilan á børnunum. Tað er ótrúligt, men hann tænir sínum endamáli, sigur Hanne Lise Grønkjær og leggur so afturat, at sjálvandi kann Kalle ikki nýtast í staðin fyri vaksið eftirlit, men at hann í øllum førum hevur gjørt børnini meiri varðug við møguliga vandar.
Økja um vitan
Frá 1997 til 2000 var ein royndarverkætlan í gongd í Nordjyllands amt. Hendan verkætlanin gekk út uppá at fáa børn og vaksin meiri varðug við, hvussu møguligar vanlukkur ella óhapp fyri børnum í aldrinum 0-6 ár kunnu fyribyrgjast. Og so mikið væleydnað var hendan royndin, at verkætlanin í dag umfatar allar kommunurnar í Nordjyllands amt.
Verkætlanin gongur fyrst og fremst út uppá, at økja um vitanina bæði hjá foreldrum, pedagogum, dagrøktarum og øðrum sum dagliga eru um børnini og so børnunum sjálvum.
Sum so, var ikki so øgiliga nógv nýtt í øllum tí, sum Hanne Lise Grønkjær segði. Hetta við hvussu ein viðgerð møguligar skaðar hjá einum barni, til dømis at leggja kalt umslag á, um barnið hevur fingið ein stoyt ella at køla eitt møguligt brunasár niður og so framvegis. Men áhugavert var tað tó kortini at lýða á.
Fyribyrging
? Tað veldst sjálvandi altíð um, hvussu væl barnið er fyri motoriskt, og hvat tað er fyri eitt spæl tað í veruleikanum er í holt við. Og um tað er eitt spæl, har eftirlit er neyðugt.
greiddi Hanne Lise frá. Og tá er tað upp til tann vaksna, sum er um barnið, hvør avgerð verður tikin.
Ofta fanga vaksin seg sjálvi ferð eftir ferð í at siga, ikki gera so, ansa eftir har, eg havi sagt fleiri ferðir, at tú ikki mást?.og so víðari. Hetta heldur Hanne Lise kann sleppast undan, um ein heldur ger tær neyðugu broytingarnar til tess, at barnið ikki kann koma til skaða.
? Heldur enn at seta so nógv forboð, so er tað nógv betur at flyta teir lutir ella at gera tær broytingarnar, sum skulu til fyri, at barnið ikki kemur til skaða. Tí hetta er jú ikki ein varandi broyting. Barnið eldist og mennist og so kanst tú so líðandi seta alt aftur, sum tað var, segði Hanne Lise.
Felagsrættur
Hon kom eisini inn á súkluhjálmar. Her kann sigast, at hon rakti væl hjá teimum flestu. Tí hon vísti á, at vaksin altíð vilja hava, at børnini skulu nýta súkluhjálm men gera tað ikki sjálvi. So spurdi hon, hvør veruliga orsøkin til, at vaksin siga, at børn skulu nýta súkluhjálm, er.
? Er tað ikki, tí at vit eru góð við tey og ikki vilja missa tey, spurdi hon. Allar nikkaðu samtykkjandi.
? Hevur barnið so ikki rætt til at hava somu kenslur. Tey eru jú góð við síni foreldur og vilja ikki missa tey, var aftursvarið frá Hanne Lise. Ein útsøgn, sum óivað vakti nakrar tankar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum hetta kvøldið.