- Tóroddur Poulsen hevur verið sera virkin, og nógv av tí, sum hann hevur givið út, er nýskapandi í føroyskum samanhangi. So eg haldi, at hann er eitt gott boð til heiðurslønina.
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum í kvøld hevur handað Tóroddi Poulsen mentanarheiðurslønina.
Fyri nøkrum mánaðum síðani hevði Tóroddur eina rættiliga ágangandi viðmerking til landsstýrismannin í einum sjónvarpsinnslagi, men tað hevði Bjørn Kalsø ikki hug at tosa um, eftir at hann hevði handað Tóroddi Poulsen heiðurin.
- Tað lata vit liggja í kvøld. Tað hevur ikki ávirkan á kvøldið als ikki.
- Tað er ein nevnd, sum mælir til, hvør skal hava heiðurslønirnar, og øllum teimum tilmælum havi eg fylgt, tí eg haldi, at tey eru øll sera góð boð upp á fólk, sum hava uppiborið slíkan heiður, sigur hann.
-Eg havi nú tvær ferðir við til at handa heiðurslønirnar, og eg havi eisini verið við til at kontakta fólkini, sum skulu heiðrast, frá byrjan, og tey gerast øll sera fegin, so tað er ein hugalig uppgáva.
Mentanarheiðurslønir landsins vóru í ár latnar í Klaksvík, og tað er fyrstu ferð, at tiltakið verður hildið uttan fyri Havnina.
- Eg nevndi beinanvegin, tá ið eg kom í Mentamálaráðið, at eg helt tað verða eitt gott hugskot at ferðast við hesum tiltakinum. Tað hevur altíð verið í Havn, og møguliga skal tað verða aftur í Havn næsta ár, men tað eru fleiri onnur støð í landinum, har vit saktans hildið hetta tiltakið eina aðru ferð, sigur Bjørn Kalsø.
(Mynd: Eydbii Myndir)