Kalsoy: Í løtuni er strandfaraskipið Sam álitið hjá kalsoyingum, og hetta eru tey sera væl nøgd við.
Neyðugt verður kortini at skifta hann út um nøkur ár. Og tað er í hesum sambandi, at Christian er komin við hugskoti sínum:
“Hví ikki gera ein undirsjóvartunnil til Kalsoynna, ístaðin fyri eitt nýtt strandfaraskip?!”
- Sam kundi saktans siglt nøkur ár aftrat, meðan ein arbeiddi við hini ætlanini. Tað hevði betýtt sera nógv fyri okkum, um vit bara vistu at vit fingu eina varandi loysn í framtíðini, sigur Christian,
Hann er tó fult greiður um, at hvørki hann ella nakar annar kalsoyingur kann forlanga at fáa ein undirsjóvartunnil í Kalsoynna, tá tað nýggja skipið er komið.
- Fingu vit ein slíkan tunnil ístaðin, høvdu vit fingið eina góða loysn, sum hevði verið til gleði og gagns fyri alt fólkið.
- Bæði skip og ferjulegur krevja nógv viðlíkahald, meðan ein tunnil er ein varandi loysn. Hesin møguleikin átti í øllum førum at verðið kannaður, sigur Christian við Sosialin.
Hansara hugsan er tí, at ein eigur at kanna møguleikan fyri føstum sambandi millum Kalsoynna og Borðoynna. Hetta kundi til dømis verið millum Syðradal og Bumshamar.
Hinvegin dugir Christian væl at síggja, at ein slíkur tunnil verður hvørki boraður í dag ella í morgin. - Tað hevði ikki verið moralskt rætt at fingið bæði nýggja ferju og undirsjóvartunnil. Men einaferð í framtíðini eigur ein at fara undir hesa ætlanina.
Oyggin hevði blómað
Tað var longu í sambandi við ætlanina um Norðoyatunnilin, at hugsanin kom upp at knýta Kalsoynna upp í meginøkið.
Ein hugsan var at gera ein “avstikkara” til Kalsoynna, soleiðis at tey í framtíðini skuldu sleppa undan at ferðast um fjørðin, um tey skuldu til Klaksvíkar.
Ætlanin varð tó ikki framd í verki, helst orsakað av fíggjarligum viðurskiftum og tekniskum forðingum. Men hetta hevur kortini ikki tikið áhugan burtur hjá Christiani at útvega oyggjafólki sínum bæði gott og fast samband við umheimin.
Hugskotið metir hann ikki vera heilt burturvið, nú oljuprísurin er høgur og fer uttan iva at hækka uppaftur meiri í framtíðini.
- Tað er heilt vist, at fingu vit ein undirsjóvartunnil, so hevði Kalsoyggin blomstrað ordiliga, staðfestir Christian, ið dagliga siglir sum maskinmeistari í Norðsjónum.
Fáar avlýsingar
Christian hevur sjálvur sitið í bygdaráðnum í heimbygdini Mikladali í tíðini, áðrenn lagt varð saman við Klaksvík.
Hinvegin er hann ein av limunum í teirri serstøku og staðbundnu Mikladalsnevndini undir Klaksvíkar kommunu. Í hesi nevndini situr borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen sum formaður.
Og tað var á fundi í nevndini fyrr í summar, at hann legði fram hugsan sína í hesum máli. Úrslitið av hesum gjørdist eitt skriv frá Mikladalsnevndini, dagfest 18. september 2007 við heitinum “Kanning av møguligum undirsjóvarsambandi um Kalsoyarfjørð”.
Fyri Christian – og helst mangar aðrar kalsoyingar – er greitt, at verandi sjósamband við strandfaraskipinum Sam er gott.
Orsøkin til hetta er, at Sam kann flyta bæði smærri og størri akfør. Men tað sum oyggjarfólkið fegnast mest um, man kortini vera tað at regulariteturin hjá Sam er sera góður. Tað er henda regularitetin sum eingin teirra ynskir at missa.
Sam er lágt bygdur og tekur tí ikki so nógvan vind á seg. Ein nýggjur Sam verður uttan iva størri og hægri, og fer tí at hava truplari við at leggja at á ferjuleguni í Syðradali í øllum líkindum.
- Tað koma sjálvandi dagar, tá ein ikki kann leggja at í Syðradali. Soleiðis var júst í morgun, men annars er hann álitið sjálvt, staðfestir Christian.
50 mió til nýggjan tunnil
Sam, sum tekur 17 bilar, varð bygdur í 1975 og hevur longu fleiri ár á baki. Væntast kann at hann skal skiftast út um fá ár.
Tað er í hesum sambandi, at Christian hevur sagt sína hugsan í hesum máli: Skal ein brúka einar 45-50 mió krónur til eitt nýtt skip, - hví ikki brúka peningin á øðrum staði og fara undir fyrireiking av einum undirsjóvartunli til Kalsoynna?
- Tað einfaldasta hevði verið, at ein ístaðin brúkti hesar milliónirnar sum stovnsfæð til eitt partafelag, sum skal standa fyri at gera tunnilin.
- Við hesum høvdu vit fingið eina varandi loysn til samferðsluna í Kalsoynni, sigur Christian.