Kalvin hjá Hjalgrími størri

Teir skóru upp í seks kurvar av flaki - og haraftrat varð nógv koyrt burtur. Kønir meta, at kalvin, sum føroyski skiparin fekk í norskum sjógvi, hevur verið størri enn norska metið. Men hesin kom ongantíð til lands og varð tískil ikki skrásettur nakrastaðni Í dag høvdu vit ein tíðindastubba á Portalinum um ein kalva, sum norðmaðurin Tom Richard Kristiansen hevur fingið í gørnum sínum. Kalvin, sum er hin størsti, ið norðmenn halda er fingin í norskum sjógvi, vigaði heili 629 pund. Hann var tríggjar metrar langur og ein metur breiður.

Tá vit bóru tíðindastubban, søgdu vit, at fólk, sum kanska eiga eina góða kalvamynd, kundu lata okkum frætta.

Og nú hava vit so frætt um eina annan stóran kalva, sum eisini er veiddur í norskum sjógvi, men við føroyskum skipara.

Tá Hjalgrím Vestergaard av Tvøroyri var skipari á norska skipinum Skjøtninberg, fingu teir kalvan, sum vit síggja á hesi myndini út fyri Tanafjørðinum í Noregi.

Hetta var í 2001.

Umborð á Skjøtninberg vigaðu teir ongantíð kalvan, men teir mátaðu hann. Hann var 285 sentimetrar langur, 136 breiður og 50 semtimetrar tjúkkur.

Portalurin hevur frætt, at teir skóru upp í seks kurvar av flaki av kalvanum - og haraftrat varð nógv koyrt burtur, sigst.

Kønir meta, at kalvin, sum Hjalgrím Vestergaard fekk við Skjøtninberg, hevur havt munin á kalvanum, sum Tom Richard Kristiansen fekk herfyri.

Men kalvin hjá Hjalgrími kom ongantíð til lands og varð tískil heldur ikki skrásettur nakrastaðni.