Ein lítil helvt av teimum 82 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var frá einum línuskipi, sum hevði verið á Bill Bailey-bankanum og roynt eftir longu og brosmu. Men hesi bæði fiskasløgini hava ilt við at fáa góðan prís í hesum døgum, og so var eisini í dag. Tað mesta av longuni fór fyri 10 krónur fyri kilo, og brosmuprísurin var niðri á seks krónum.
Hýsuprísurin fall eitt sindur í dag. Umleið 15 tons av hýsu vóru á uppboðnum, og hýsa II og III fóru fyri ávikavist 10,28 krónur og 9,77 krónur í meðal.
Tað fiskaslagið, sum gjørdi ein vørr í prísyvirlitinum í dag, var kalvi. Nøgdin var lítil, men eftir øllum er eftirspurningurin stórur, tí kalvaprísurin lá millum 110 og 120 krónur fyri kilo í dag.
Tey 82 tonsini, sum vóru á uppboðssøluni í dag, fóru fyri 780.000 krónur.