Tað er liðið, sum nógvu tey seinastu umførini hevur havt bestu gongdina, ið vitjar á Vágseiði í dag. KÍ hevur vunnið fulla úrtøku burtur úr fýra teimum seinastu umførunum, og síðani eyðmýkjandi 5-0 tapi í Gundadali ímóti HB, hevur KÍ einki mál latið fara ígjøgnum í trimum dystum, og tá ið tað stóð nógv á, so koppaði tað klaksvíkingum til fyrimunar, og teir fóru úr Gundadali við 3-2 sigri ímóti meistarunum í B36.
Hjá FC Suðuroy hevur gongdin verið heilt øðrvísi, enn hon hevur verið hjá KÍ. Nú eru tað 360 minuttir síðani, at suðuroyingarnir seinast skoraðu, og teir hava einki stig fingið burtur úr seinastu trimum umførunum. Síðsta málið skoraði liðformaðurin Palli Augustinussen í fyrsta minutti í heimadystinum ímóti Víkingi 10. juni. Úrslitið ta ferðina var 1-1.
Hetta var í fyrstu royndini, eftir at FC Suðuroy hevði skift venjara, og tá varð roknað við, at hetta kanska fór at vera fyrsta stigið á vegnum ímóti bjarging. Soleiðis hevur tað víst seg ikki at vera, og nú kappingin er meiri enn hálvrunnin, bíða tey á Vágseiði framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Hjá KÍ er vongverjin í høgru Álvur F. Christiansen leikbannaður. Allir FC Suðuroy spælararnir eru tøkir. Tá ið liðini hittust í Klaksvík 13. mai var úrslitið 5-1 heimasigur.
FC Suðuroy-KÍ: Petur Reinert í dag klokkan 15.00.