Tekur løgtingið ikki annað skinn um bak nú, so fer samfelagið fyri bakka og onnur fara at seta treytirnar.
Nú rekur hart á kíkarnar. Um tríggjar vikur skal fíggjarlógin vera komin undir land. Og útlitini eru ring. Undirskotið, sum var sett at vera heilar 767 mio. kr, er nú ávegis milliardini, áðrenn fíggjarárið komandi er byrjað!
Semjur um afturhald á almennu rakstrarútreiðslunum eru farnar á glið. Líkt er til, at rakstrarvøksturin enn einaferð verður langt omanfyri tað forsvarliga.
Samgongulimir hava farnu tíðina fornoktað semjurnar gjørdar vóru í summar. Semjur, sum skulu halda landskassaundirskotinum niðanfyri ¾ milliard!
Besta alibi’ið hjá politikarunum at støkka undan eru tilmælini hjá búskaparfrøðini, har ráðini eru at brúka tað, sum brúkast kann.
Og hetta slættaði vegin fyri ábyrgdarloysinum, at lena seg uppat serfrøðini og brúka milliónirnar, sum ikki eru til. Upphæddir, sum vinnan ikki kann levera, upphæddir, sum verða skuldskrivaðar framtíðini.
Syndabukkar
Sum verju fyri ábyrgdarloysinum er grundgevingin nýggja hugtakið bygnaðarskeivleikar. Minnir ikki sørt um orðið raðfestingar, gandaorðið, sum gjørdist hugtakið uttan innihald, produserað til burturforkláringar.
Lítil ivi er um, at í øllum almennu útreiðslunum eru viðurskifti, sum eru skeiklað og sum tørva endurskoðan, men at nýta bygnaðarskeivleikar at jagstra summar samfelagsbólkar, meðan aðrir eru friðhalgaðir, er ikki annað enn politiskt spinn, har lagt verður eftir teimum bólkum, sum illa kunnu verja seg og sum eiga lítlar sømdir í miðlunum, men sum kortini eiga lívið í okkum øllum.
Fremstir av hesum sundabukkunum er høvuðsvinnan, sum er undir áhaldandi missteinkiliggering um kradd og missnýtslu.
At almennu rakstrarútreiðslurnar eru eksploderaðar við 300 mio. kr í vøkstri um árið (kommunurnar enntá ikki íroknaðar), verður als ikki mett sum skaðiligt fyri búskapin. Útreiðsluvøkstur, sum árliga er 5 ferðir størri enn skattafrádrátturin til sjómenninar og sum farnu 3 árini er 15 ferðirnar árliga sjómansfrádráttin. Tað verður dult sum mansmorð.
Teflonpolitikkur
Vissuliga eiga vit at sleppa undan serskipanum. Men so eiga allir bygnaðarskeivleikar at vera javntstillaðir. Allar almennar skipanir, allar politiskt disponeraðar sersømdir og dupultfunktiónir, eiga at verða endavendar. Sum er kostar almenni raksturin hvørjum borgara, frá nýføðingi til olding, 90,000 kr árliga, ella einum húsarhaldi uppá fimm heilar 450,000 kr um árið. Næstan eina hálva millión og tá er kommunuútreiðslurnar ikki við!! Tað gongur simpulthen ikki og má vendast.
Men lopið verður tvørturum, har garðurin er lagstur. Politikkurin byggir á burturforkláringar og undanstøkking. Burturúr spyrjast bert populistisk átøk, sum vissuliga fara at lemja búskapin.
Einasti heilivágur hjá summum tykist nú at vera at hækka skattir og avgjøld. Júst tað øvugta av tí, sum skal til fyri at stimbra búskapin og fremja kappingarførið. Var so ætlanin við inntøkuhækkingunum at minka um undirskotið á fíggjarlógini, so var ávís meining í galskapinum, men ætlanin er tann øvugta, nevniliga at økja um almennu útreiðslurnar.
Soleiðis flyta vit okkum at eggini. Meðan privati virðiskapandi sektorurin spakuliga verður sjóðaður niður og løntakaratalið minkar samsvarandi, so veksur tann almenni løntakaraskarin við støði í hægri skattum, fleiri avgjøldum og almennari lántøku.
Samstundis sum milliardin árliga verður brúkt, sum ikki er til, er stórsta almenna avbjóðingin næstu árini er eldraøkið. Hvussu vera ráðini til hesar neyðugu útbyggingar við førda politikkinum, og hvussu ætlar løgtingið saman við kommununum at fremja byggingarnar av ellisheimum við 300 akuttum plássum og 1000 afturat komandi árini, har byggikostnaðurin fyri stovnsplássini er 1,5 mio. kr fyri hvørt og rakstrarkostnaðurin 600 túsund árliga fyri hvørt búfólkið? Tað kann skjótt sýna seg soltið hjá teimum gomlu, nú løgtingið eru ávegis at niðurlaða fíggjarliga rásarúmið.
Kollektivistisku Føroyar
Fyri summi er tað leiðin, at øll skulu standa í skuld og takksemi til tað almenna, og at politiski fordeilingspolitikkurin gerst meginreglan heldur enn undantakið, at reka politikk við almennum eftirlæti við pengunum hjá hinum. Úrslitið verður hareftir. Alt initiativ verður kvalt í føðingini og vit fara at flyta okkum frá málinum um livandi og sjálvberandi búskap inn í stagnatiónina og afturgongdina. Virðisskapandi samfelagið fer at halda uppat við at eksistera og fólk fara at rýma av landinum.
Vit enda við at standa í ómegdarskuld til onnur, har summi longu eru farin at kaga í landsuður eftir hjálp. Og lítið er at ivast í, at partar av løgtinginum sær hetta sum eitt partapolitiskt projekt í sjálvum sær, meðan aðrir droyma um kollektivistisku Føroyar, har komandi politbureau’ið fer at deila sól og vind, magt og avmagt. Vit eru tí á vegamóti, sum kann vísa seg søguligt.
Tí er boðskapurin greiður, tekur samgongan ikki í egnan barm og semist um minst møguligan útreiðsluvøkstur og generelt afturhald, so fer samfelagið fyri bakka.
Frá andstøðuni er einki í væntu. Hon er kynsleys. Opnar hon munnin frá tingsins røðarapalli verða dagliga milliónir brendar av í ábyrgdarloysi. Tað sóu vit í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina í fjør, har tjóðveldi overnight í tinginum hevði uppskot um at økja almenna raksturin við 60 mio. kr afturat. At nettoúrslitið hjá flokkinum vísti minni hall var politiskt gluggapynt. Tað er eingin kunstur at breggja sær av minni halli, tá man fyrst hevur verið við rívuni eftir øllum handa skattum og avgjøldum, íroknað brandskatting av arvi.
Nei, okkum tørvar vanligt vit og skil. Heimskreppuni fáa vit ikki tamarhald á. So mikið meira áliggur tað løgtinginum at taka annað skinn um bak. Gera vit tað ikki nú, er samfelagið fokið um fá ár.