Marin heldur fram sum Phd. lesandi á Statens Seruminstitut. Evnið er heilsuárin av fiski, m.a. um tað at eta fisk kann verja móti burðartunglyndi og hjarta- og æðrasjúku.
Hetta er ein 3 ára granskingarverkætlan, sum m.a. verður stuðlað úr
føroyskum granskingargrunnum. Marin er við í einum granskingarliði á
Serum-instituttinum undir leiðslu av Sjúrði Olsen, professara. Tey vóru í
november og vitjaðu á Harward í Boston, har tey løgdu fram um teirra
granskingarverkætlanir, sum stórur áhugi er fyri har.