Akstovan og Strandferðslan skulu ikki leggjast saman við Landsverki.
Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, tekur ikki undir við tankanum um at gera Landsverk til ein risastovn og at leggja Strandferðsluna og Akstovuna afturat Landsverki.
Ein arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt eina frágreiðing um virksemið hjá Landsverki, hevur annars mælt til, at møguleikarnir at leggja Akstovuna og Strandferðsluna, saman við Landsverki, verða kannaðir.
Men Alfred Olsen ger púra greitt, at hesum tekur hann ikki undir við.
- Eg haldi ikki, at hetta fer at gagna Landsverk, og í ringasta føri kann tað askaða teir stovnar, ætlanin er at leggja saman við Landsverk, sigur hann
Hann heldur, at royndirnar við at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman, vísa, a samanlegging er ikki altíð loysnin,
- Vit loysa ongan trupulleika, við at leggja fleiri uppgávur afturat einum stovni, ið kanska longu nú ikki virkar sum ætlað.
Alfred Olsen sigur, at tær fortreytir, sum skulu verða til staðar í sambandi við samanleggingina, eitt nú, at stovnarnir hava uppgávur sum líkjast, og hava felags bygningar og høli, eru ikki til staðar. Samstundist er talan er um heilt ymiskar mentanir, sum illa ber til at samansjóða og sostatt ber ikki til at fáa nakrar stórrakstrarfyrimunir, ella aðra nyttu, burtur úr felags leiðslu, felags umsiting, felags kantinu, og felags vøru- og tænastukeypi.
Hann sigur, at áðrenn talan kann verða um nakra samanlegging, mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvørjar uppgávur Landsverk skal røkja framyvir.
- At leggja Strandferðsluna saman við Landsverki, er ikki uppskriftin uppá eina loysn á trupulleikunum hjá stovninum. Og at leggja Akstovuna undir Landsverk eri eg beinleiðis ímóti, tí her hava vit við ein stovn at gera, sum virkar væl eftir umstøðunum.
Les eisini: Skeivt at leggja stovnar saman við Landsverk
At leggja Akstovuna og Landsverk saman, er at leggja tveir stovnar saman, sum næstan einki hava til felags. Tað fer fyrst og fremst at verða eitt haft um beinini á Akstovuni, umframt at tað fer at darva fyri virksemið hjá Akstovuni framyvir, sigur Alfred Olsen.