Kann framleiða 7 milliónir smolt

Tíðliga í morgun boðaði Bakkafrost norska keypskálanum frá, at felagið fer at gera íløgur fyri 650 milliónir krónur í eina nýggja smoltstøð.


Smoltstøðin er seinasti byggingin í eini røð av nýbygningum hjá felagnum, ið hava til endamáls at effektivisera alingina hjá felagnum.


- Vit hava gjørt nakrar útbyggingar í Norðtoftum og eru í gongd í Viðareiði. Hetta er ein rættiliga munagóð útbygging, ið nú fer í gongd á Strond í Klaksvík, har vit fara at byggja eina smoltstøð, ið kann framleiða 7 milliónir smolt á 500 gramm. Tað er ein smoltstøð, ið er 20.000 fermetrar í grundvídd og hevur einar 30.000 kubikk av karkapasiteti, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, í samrøðu við Rás 2.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við Regin Jacobsen við at trýsta á pílin undir myndini.