Kann gerast deyðadómurin yvir stórt arbeiðspláss í Vági

?Politikkurin hjá samgonguni fer at kosta okkum eina eyka útreiðslu upp á meiri enn eina millión í ár, og tað klára vit neyvan, sigur stjórin á Palm Seafood í Vági

Avlagað kapping

Vágur: Ein eykaútreiðsla uppá meiri enn eina millión um árið.
Tað eru tey døpru útlitini hjá einum av størstu fiskavirkjunum í Vági í løtuni, Palm Seafood.
Petur Johannesen, stjóri, sigur, at tey eru í døpurhuga um gongdina og hann sigur, at tað verður ógvuliga ivingarsamt, um tey fara at hóra undan.
Petur Joensen sigur, at í fyrstu atløgu er flutningsstuðulin skerdur. Í øðrum lagi hevur Fiskavirking stovna serligt felag, sum skal flyta fiskin fyri eisini at fáa flutningstuðul.
? Vit hava sostatt mett, at flutningsstuðulin verður uppi í mars mánaða í ár, sigur Petur Johannesen.
Hetta fer at koma serliga illa við hjá einum virki sum Palm Seafood, tí virkið flytir 80-90% gav fiskinum, sum tað virkar, suður við Smyrli, tí hann er keyptur norðaneftir.
?Í fjør virkaðaðu vit 4.400 tons og av teimum fluttu vit minst 3.500 tons norðaneftir.
?Vit flyta so miki nógvan fisk, at vit eru tey í Suðuroy, sum flyta mest við Smyrli.
Sostatt fer skerdi flutningstuðulin at merkja eina eyka útreiðslu hjá okkum uppá meiri enn eina millión og tað er ein sonn vanlukka fyri okkum.

Ongin møguleiki
Petur Johannesen sigur, at tað kostar 41 oyru fyri kilo at flyta fisk suður við Strandferðsluni. Men tey fáa eini 24 oyru aftur í flutningsstuðuli.
?Fellur flutningsstuðulin burtur í mars, skulu vit betala 24 oyru meiri fyri hvørt kilo av fiski, vit keypa og tað sigur seg sjálvt, at tá er kappingin so avlagað, at vit hava ongan møguleika at kappast við virki aðrastaðni í landinum.
Ein trupulleiki við flutningsstuðlinum er, at upprunaliga var hann ætlaður sum stuðul til at flyta óvirkaðan fisk á virki til virkingar,
Men nú er alt møguligt komið uppí, bæði rækjur, fesk fløk, frystur fiskur av virkjum og aftur til Havnar til avskipingar.
?Tað einasta, sum ikki fær stuðul til avskipingar, er saltfiskur, sum Palm Seafood hevur mest av, men ongin kann fortelja okkum, hví tað er so.
Petur Johannesen sigur, at hetta er við teimum prísum, sum nú eru galdandi.
? Men samstundis verður boðað frá, at farmagjøldini hjá Strandferðsluni skulu hækka, so tað verður steinur omaná byrðu hjá okkum.

Samgongan stórt vónbrot
Stjórin á Palm sigur, at hetta er eitt stórt vónbrot hjá teimum, tí hann heldur, at hetta samsvarar illa við tann málsetning, sum hendan samgongan hevði sett sær og sum er niðurfelt í samgonguskjalið. Í samgonguskjalinum stendur, at ?besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum? og tað stendur eisini, at ?flutningskostnaður skal sum minst darva kappingarførinum hjá vinnulívinum í útjaðaranum?.
-? Tí høvdu vit vónir um, at hendan samgongan fór at gera nakað veruligt við trupulleikarnar, men hingartil hevur tað so verið eitt vónbrot, sigur Petur Johannesen.
Palm Seafood er eitt stórt arbeiðspláss, tí har arbeiða sjálvdan færri enn 40 fólk og arbeiðið er at kalla hvønn dag. Tí hevur virkið stóran týdning í Vági, ikki minst nú tað stóra laksavirkið hjá Hera Hjelm liggur stilt, í hvussu so er í løtuni.