Fyrradagin kom ein 63 ára gamal maður fyri rættin í býnum Santa Clara í Kalifornia, har hann er ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á tveir 12 ára gamlar dreingir. Men løgreglan hevur illgruna um, at málið ímóti manninum er nógv meiri umfatandi.
Tá løgreglumenninir herfyri rannsakaðu íbúðina hjá manninum, funnu teir nøvnini á ikki færri enn 38.000 dreingjum. Har vóru eisini frágreiðingar um teir einstøku dreingirnar. Eitt nú hevði maðurin skrivað, hvussu teir sóu út, og harumframt vóru ymsar upplýsingar, sum løgreglan heldur vera týðiligar ábendingar um, at maðurin hevur misnýtt fleiri túsund dreingir kynsliga.
Ákæruvaldið í Santa Clara vil nú hava dreingirnar at seta seg í samband við myndugleikarnar. Løgreglan hevur illgruna um, at í fleiri førum er helst talan um synir hjá fólki, sum eru komin til USA ólógliga, og at tí hevur ákæruvaldið lovað, at dreingirnir fáa varandi uppihaldsloyvi í USA, um teir geva seg til kennar.
Tann 63 ára gamli maðurin er fyribils varðhaldsfongslaður. Hann er tikin níggju ferðir seinastu 35 árini og hevur sitið tólv ár í fongsli, men løgreglan heldur, at hann hevur gjørt seg inn á fleiri túsund børn hini árini.