Kann hjartað leigast út til onnur?

- Vit stúra fyri, at stórur partur av hjartanum hjá vinnulívinum verður amputeraður og avhegnaður, siga fólk í Nes kommunu.

- Kann ein leiga hjartað út uttan at doyggja? spyrja tey, sum mótmæla, at partur av bryggjukantinum verður avhegnaður.

Seinastu dagarnar hava fólk í Nes kommunu savnað inn undirskriftir fyri at mótmæla, at Bakkafrost, sum hevur keypt bygningin hjá Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, sleppur at hegna ein fittan part av bryggjukantinum í skipahavnini á Toftum av til sítt virksemi.

Yvirskriftin til mótmælisskrivið er: “Kann ein leiga hjartað út uttan at doyggja?”

Tey, sum hava tikið stig til at savna undirskriftir, mótmæla ætlanunum hjá Nes kommunu at leiga ein stóran part av bryggjukantinum í Tofta havn til arbeiði hjá alivinnuni, nú Bakkafrost hevur keypt bygningin hjá Landingarmiðstøðini við Toftagjógv.

- Vit hava einki ímóti alivinnuni, tvørturímóti. Hon er ein sera týðandi vinna fyri føroyska samfelagið. Tað, sum vit eru ímóti, er, at bryggjukanturin nú skal leigast út til endamálið. Vit meta, at við hesum verður stórur partur av hjartanum hjá vinnulívinum í Tofta havn amputeraður og avhegnaður.

Lagt verður aftrat, at um ætlanin verður framd í verki, verður ikki mett, at Tofta havn sum fiskivinnuhavn, ið fólkið á staðnum hevur bygt upp síðan 1968, verður lív lagað.

- Vit mæla tí bygdaráðnum til stórt varsemi og umhugsni í hesum stóra og sera álvarsama máli, verður sagt í mótmælisskrivinum, sum ætlanin er at handa Nes kommunu fyrrapartin í morgin.