Meðan føroysk børn jólaaftan dansa um jólatræið og syngja um eingilin, ið opinberaði seg fyri hirðunum á markini og kunngjørdi, at teimum var frelsari føddur, fer eitt føroyskt ferðalið standa í somu mørkum uttanfyri Betlehem og sjálvi syngja føroyskar jólasangir.
Tað er Svenning av Lofti, ið enn einaferð tekur túrin til Ísraels á jólum, har hann fer at vísa 25 føroyingum runt í landinum. Hæddarpunktið er jólaaftan, tá ferðaliðið vitjar føðikirkjuna í Betlehem, ið sigst at vera bygd á staðnum har Jesus bleiv føddur, og markirnar uttanfyri Betlehem, har eingilin bar hirðunum boð um frelsaran.
- Vit halda jólaaftan mitt í Betlehem. Man kann ikki koma nærri jólaevangeliinum enn at sita har jólaaftan. Fyrst verður vitjað í føðikirkjuni og síðan verður farið út á markirnar. Hjá mær er hæddarpunktið at kunna standa úti á markini og syngja, har man heldur at eingilin kunngjørdi hirðunum boðini um frelsaran, sigur Svenning av Lofti, ið upplýsir, at vanliga lesa tey eisini jólaevangeliið, tá tey eru á markini.
Til ber at lesa meira um ferðina hjá føroyingunum í Vikuskiftis-Sosialinum hesaferð. Blaðið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.