Tað verður eitt stórt bakkast fyri okkara útflutning, um Norrøna gevst at sigla, sigur stjórin á Bakkafrost - Tað er sjálvandi rætt, at onnur kunnu koma inn ístaðin, um siglingin hjá Norrønu steðgar, men í fyrstu syftu kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri útflutningin. Tað er ikki ?bara bara? at byggja eina nýggja farleið upp. Tað tekur tíð, og ein avleiðing er, at vit missa atgongd til marknaðir, har vit í løtuni selja fisk, sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
- Smyril Line hevur gjøgnum 30 ár bygt eina farleið upp, sum hevur stóran týdning fyri útflutingin av fiski og laksi, og vit hava stórliga brúk fyri júst hasi farleiðini, sigur Regin Jacobsen við Rás2.
Stjórin á Bakkafrost sigur, at Norrøna er sera væl egnað til at flyta feskar vørur, sum skulu koma skjótt fram á marknaðin, og hesa vikuna hevur Bakkafrost flutt 15 trailarar við laksi av landinum við Norrønu. Bakkafrost brúkar eisini Faroe Ship til flutning, men Regin Jacobsen vísir á, at tað ber ikki til bara at niðurleggja siglingina hjá Norrønu, og so rokna við, at onnur eru til reiðar at loysa somu uppgávu beinanvegin.