Karsten Hansen
·································
Útvarpið sigur Føroya fólki, at tað fara at resta 300 milliónir krónur í rakstri á fíggjarlógini í 2004 og í minsta lagi 450 mió. krónur- um avdráttir landskassans verða roknaðir við.
Hetta er fyri tað fyrsta skeivt og ósatt, sum eg hervið skal leggja prógv fyri:
Framskrivingar hjá Fíggjarmálaráðnum vísa, at í mun til 2003, so verða inntøkurnar minni við:
134.576 mió. krónum
Útreiðslurnar - um onki verður gjørt - kunnu í mun til 2003 metast til at gerast hægri við:
101.200 mió. krónum.
Tilsamans gevur hetta:
235.776 mió. krónur.
Her er altso ikki talan um 300 milliónir, sum Útvarpið sigur seg hava tøl fyri.
Avdráttir eru annað mál
Avdráttir av lánum skulu ikki roknast við, tá talan er um úrslit landskassans. Gjørdu vit tað, so skuldu vit eisini ført lánini sum inntøku.
Um vit bara draga avdráttir frá á rakstrinum, hvussu hevði so úrslitið sæð út í 2003? Tá guldu vit ein eyka avdrátt uppá 500 mió. kr. - og merkir tað, at fíggjarlógin hevði hall uppá hálva milliard? Sjálvandi ikki!
Men um vit taka útvarpið uppá orðið og rokna avdráttir upp í, so eru avdráttirnir í 2004 uppá 77 mió. krónur.
Leggja vit hetta afturat teimum 235 milliónunum, sum beinar framrokningar siga, so verður talan um 312 milliónir.
Her er altso als ikki talan um 450 milliónir við avdráttum, sum Útvarpið sigur.
Her má bæði sparast og takast inn
Tí kann eg bara staðfesta, at Útvarpið ber beinleiðis rong tíðindi - og úrslitið av slíkum kann bert gerast, at politikarar blaka ábyrgdina frá sær, og at fólk og vinna kunnu gerast afturhaldin og óttafull.
Eg skal gjarna leggja eitt fíggjarlógaruppskot fyri tingið, ið vísir á, hvussu vit halda skil á búskapinum, nú inntøkurnar minka.
Á fíggjarlógaruppskotinum, sum eg legði fyri tingið í oktober í fjør, varð skotið upp bæði at spara og at fáa nýggjar inntøkur til landskassan, soleiðis, at uppskotið vísti eitt samlað yvirskot.
Hetta uppskot og tey neyðugu tiltøkini duttu øll burtur, tá løgmaður skrivaði út nýval.
Tí er tað burturvið bara at framskriva útreiðslur og inntøkur, tí sjálvandi skulu tiltøk gerast til tess at halda skil á fíggjarlógini. Um vit bara høvdu framskrivað alt síðani 1998, so hevði langt síðani verið galið.
Eg vóni, at Útvarpið fer at rætta síni mistøk. Annars verður hetta bert brúkt hjá politskum flokkum til at góðtaka stórt hall á fíggjarlógini.