Kann væl henda at fiskiflotin verður lagdur

Skipara- og Navigatørfelagið hevur sett krøv, sum vit undir ongum umstøðum kunnu góðtaka, sigur Jàkup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum

Sáttmálasamráðingar

? Tað kann væl henda, at fiskiflotin verður lagdur nú um nýggjársleitið.
So langt heldur, formaðurin í Reiðarafelagnum, at tað er ímillum partarnar, nú samráðingar eru við Skipara- og Navigatørfelagið um nýggjan sáttmála.
Jákup Sólstein vísir á, at bæði Reiðarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið hava sett síni krøv og í løtuni er heilt langt ímillum partarnar.
Sáttmálin gekk út 1. desember, men eftir tveir fundir hava partarnir viðurkent, at teir koma ikki longri og hava tí boðsent semingsstovninum.
Semingsstovnurin hevur longt sáttmálan og harvið eitt møguligt verkfall til mánadagin 16. desember á midnátt.

Avtala av sáttmálin kundir broytast
Partarnir eru ikki so frægt sum samdir um grundarlagið fyri sáttmálasamráðingunum.
Skipara- og Navigatørfelagið vil samráðast útfrá galdandi sáttmála, soleiðis sum hann varð undirskrivaður í januar 1999.
Men eftir at sáttmálin var undirskrivaður, gjørdi Reiðarafelagið ymsar broytingar í honum. Og Reiðarafelagið vil bara samráðast út frá hesi broyttu útgávuni.
Og tað vil Skipara- og Navigatørfelagið ikki hoyra talan um, tí felagið vil einans halda seg til tað, sumer undirskrivað.
?Tað var avtalan, at tað skuldi bera til at broyta sáttmálan, eftir at hann varð undirskrivaður, sigur Jákup Sólstein.
Hann sigur, at samráðingar vóru við fleiri feløg ísenn, bæði Fiskimannafelagið, Motorpassarafelagið og Maskinmeistarafelagið og sáttmálarnir vórðu í veruleikanum skrivaðir av nýggjum.
?Tí tryggjaðu vit okkum, at tað skuldi bera til at broyta sáttmálan eftir at hann var undirskrivaður, vísti tað seg, at villur vóru komnar í, soleiðis at hann ikki samsvaraði við tað, sum í veruleikanum varð avtalað.
?Tað afturvísir Skipara- og Navigatørfelagið?
? Tað fái eg ikki gjørt nakað við. Men tað var avtalan við øll feløgini og tað hava vit ikki havt trupulleikar av at gera broytingar í sáttmálunum við hini feløgini og bæði sáttmálin við Fiskimannafelagið og Maskinmeistarafelagið eru síðani broyttir tí tað vísti seg, at undirskrivaði teksturin ikki samsvaraði heilt við tað, sum varð avtalað í sjálvum samráðingunum.
Jákup Sólstein sigur, at rættarmálið hevði onki við Reiðarafelagið at gera.
? Tað var ímóti semingsstovninum og tí eru vit ikki partur í máliunum.
Jákup Sólstein sigur, at tað, sum varð skrivað í sáttmálan, var í einstøkum førum ikki tað, sum varð avtalað og tí hava vit broytt sáttmálan so at hann samsvarar við tað, sum varð avtalað í sjálvum samráðingunum
Jákup Sólstein sigur, at Skipara- og Navigatørfelagið hevur biðið Reiðarafelagið boðað limum sínum frá, at arbeiða eftir sáttmálanum, sum varð undirskrivaður, men tað hevur Reiðarafelagið ikki gjørt.
?Vit hava virkað eftir tí, sum varð avtalað í samráðingunum. Tað sigur seg sjálvt, at kemur nakað skeivt fyri, tá ið sáttmálin verður undirskrivaður, so at teksturin ikki samsvarar við tað, sum er avtalað, verður tað rættað og tað hava vit ikki havt trupulleikar av við hinum manningarfeløgunum.

Umfatandi krøv
Annars sigur Jákup Sólstein at krøvini frá Skipara- og Navigatørfelagnum til nýggja sáttmálan eru rættiliga umfatandi og tey hevur Reiðarafelagið víst frá sær.
Hinvegin hevur Reiðarafelagið kravt, at ávísir yvirmannapartar fara niður. Eitt nú hevur felagið kravt, at har skiparin fær meiri enn 2,75 partar, skal parturin lækka niður í 2,75. Talan er eitt nú um skiparar á flakatrolarum, stállínuskipum og aðrastaðni.
Harumframt eru onnur krøv frá Reiðarafelagnum.
Hinvegin hevur Skipara- og Navigatørfelagið kravt at yvirmenn skulu fáa frítíðarløn av allari lønini, sum er fáa teir frítíðarløn av einum parti. Samstundis vilja navigatørarnir hava onkrar yvirmannapartar uppeftir, men tað vil Reiðarafelagið ikki.
Navigatørarnir krevja eisini eftirløn, men har hevur Reiðarafelagið bjóða teimum somu skipan og samu krónutal og dagatal, sum fiskimenn hava.
Les eisini greinina ?Verkfallið útsett í 14 dagar?